Landsstýrisfundir

  • Formligur landsstýrisfundur 4. november 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í samband við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndini og Kærunevndini hjá Studna o.a.
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikraftræden for Færøerne af visse ændringer i konkursloven m.v. (Endurskipan, trotabúsbann og nútímansgerð av trotabúsviðgerð)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (Tinglýsing av skjølum í persónbókini sbrt. ásetingum í aðrari lóggávu enn løgtingslóg um tinglýsing o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar (Broyting í útrokning av javningarprosenti)
    • Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningslógin), løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Nágreining av galdandi reglum um negativa rentu)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Veiðiloyvi, brúksskylda, leingja gildistíðina á rættindum, flyta ófiskaðar kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir frá 2021 til 2022 og eigaraviðurskifti í føroyskum deksbátum)
  • Formligur landsstýrisfundur 28. oktober 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um framtíðarfulltrú
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19 og dagpeningur vegna smittu ella sóttarhald hjá børnum
  • Formligur landsstýrisfundur 26. oktober 2021

    Hetta mál varð latið Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trygdargrunn fiskivinnunnar (Heimild at áseta reglur um talgilt samskifti o.a.)
  • Formligur landsstýrisfundur 7. oktober 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021
    • Uppskot til løgtingslóg um stuðul til avlýstar tónleikafestivalar vegna COVID-19 í 2021
  • Formligur landsstýrisfundur 30. september 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingfíggjarlóg 2022
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v.
  • Formligur landsstýrisfundur 7. september 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn
    • Uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum
  • Formligur landsstýrisfundur 1. september 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan uttara ringveg í Tórshavn
    • Uppskot til løgtingslóg um Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum
  • Formligur landsstýrisfundur 16. juni 2021

    Hetta málið varð latið Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um at leingja sáttmálarnar millum øðrumegin Føroya Pedagogfelag og hinumegin Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri ávís størv undir Almannaverkinum o.a.

  • Formligur landsstýrifundur 15. apríl 2021

    Hetta málið varð latið Løgtinginum:

    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2021

  • Formligur landsstýrifundur 13. apríl 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 fyri tíðarskeiðið frá og við 1. september 2020 til og við 30. apríl 2021
    • Uppskot til løgtingslóg um stuðul til listafólk í sambandi við COVID-19
    • Uppskot til løgtingslóg um tillagingar av próvtøkum á gymnasialum miðnámi, orsakað av COVID-19
    • Uppskot til løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Loyvi at landa og avreiða í mesta lagi 15% uttanlands)

  • Formligur landsstýrifundur 25. mars 2021

    Hetta málið varð latið Løgtinginum:

    • Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2022

  • Formligur landsstýrisfundur 5. mars 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um Búskaparráð
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð (Minka landsbankanevndina, ásetingar um landsins gjaldføri, avtaka stovnsfæið)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum(Skattligar avleiðingar av negativari rentu o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Mvg-frítøka fyri útleigan av kampingplássi)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Rætting viðvíkjandi striking av § 3 c)
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden af forskellige love om ændring af sundhedsloven (Oprettelse af en behandlingstestamenteordning, selvbestemmelse over biologisk materiale og genetiske oplysninger, videregivelse af patientoplysninger m.m.)
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om videnskabsetisk behandling af sundhedsvidenskabelige forskningsprojekter (Styrkelse af borgernes tryghed og tillid til sundhedsforskning, transplantationsrelateret forskning, habilitetskrav, forsøgsdata fra afdøde)
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed (Autorisation af osteopater, ambulancebehandlere og behandlerfarmaceuter, ændring af tandlægers og kiropraktorers virksomhedsområder samt forbud mod konstruktion af en kunstig hymen)
    • Uppskot til løgtingslóg um at binda H- og B-bygningarnar á Landssjúkrahúsinum saman og um at keypa neyðgenerator, tól og útgerð
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Heimild hjá landsstýrismanninum at krevja rættindahavarar eftir upplýsingum og at taka veiðirættindi aftur, strika treytina um veiðiloyvi og fiskiloyvi í bólki 5 í sambandi við ávíst slag av vinnuligum royndum og verkætlanum ávikavist fyri royndarfiskiskap og vinnuligar fiskiroyndir)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilbúgving (Tilbúgvingarlógin)(Heimild at skipa kommunal tilbúgvingarøki, stovnseta ein vaktsentral, skipa Kreppuráð og Átaksráð og gera tillagingar)
    • Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Eftirlit við lestrarvirkni, reglur um stuðul til skúlagjald til lestrarfyrireikandi altjóða gymnasiala miðnámsútbúgving uttanlands, norðuratlantsflokkur javnsettur við miðnám í Føroyum og hægri hámark fyri skúlagjald til útbúgving uttan fyri Norðurlond)
    • Uppskot til løgtingslóg um KT-heildarætlan fyri undirvísingarverkið
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um miðlastuðul (Miðlastuðulslógin)(Broyting til verkætlanarstuðul)
    • Uppskot til løgtingslóg um at byggja umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið
    • Uppskot til løgtingslóg um økisnøvn á internetinum (Netøkisnavnalógin)

  • Formligur landsstýrifundur 2. mars 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.(Heimild at skjóta grágás, treytir fyri at fáa loyvi til tess, ásetingar um kanningar og vísindaligar teljingar og lógartøkniligar og málsligar rættingar)
    • Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov sigtende til at lette Udarbejdelsen af nye Skøde- og Panteregistre på Færøerne
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin)(um at seta í gildi broytingar í 8. vinnufelagsdirektivinum o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um serligar treytir fyri lógarálagdari grannskoðan av fyritøkum av almennum áhuga (PIE-fyriskipanin)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin) og anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde (Vinnugrunnalógin)(Fylgibroytingar til broytingar í grannskoðaralógini og um at seta í gildi ES PIE-fyriskipan)
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om betalinger
  • Formligur landsstýrifundur 25. februar 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)(Skattlig javnseting av persónum, sum fáa fólkapensjón, og áseting um persónar, sum eru 67 ár ella eldri, sum ikki fáa fólkapensjón, og sum áður hava fingið ein landsskattafrádrátt)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroya (Leingjan av tíðarskeiðnum, ið ferðandi skulu rinda avgjald við komu til Føroya)

  • Formligur landsstýrifundur 23. februar 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Ferðaútreiðslur sum standast av samveru í sambandi við uppihald á stovni uttanlands)
    • Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Leingjan av gildistíð til 1. februar 2022)

  • Formligur landsstýrisfundur 16. februar 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Talgildu Føroyar (Heimild at hækka útreiðslur)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Atgongd til ferðafólkalistar, tillaging til verandi mannagongdir, bygnaðin á TAKS og umsiting av tolløkinum, reglur um innheinting og panting, laga tollsatsir til handilssáttmálan millum Føroyar og ES og millum Føroyar og Stóra Bretland o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar(Eltrygdarlógin)

     

  • Formligur landsstýrisfundur 9. februar 2021

    Hesi málini vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin) (Nágreiningar og konsekvensbroytingar)
    • Uppskot til løgtingslóg um løggilding av elinnleggingarfyritøkum

  • Formligur landsstýrisfundur 26. januar 2021

    Hetta málið varð latið Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu (Øktar útreiðslur til verkætlanina)

  • Formligur landsstýrisfundur 2. februar 2021

    Hetta málið varð latið Løgtinginum:

    • Uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Tekning av ávísum sertryggingum í útlendskum tryggingarfeløgum)
  • Formligur landsstýrisfundur 8.desember 2020

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn (Sambýlið á Mýrini í Hoyvík)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Setan av av stýri, heimild at útvega lutaíbúðir, heimild at veita ráðgeving um alternativar byggihættir, økt lánsheimild til bústaðabygging, heimild at áseta reglur um partafelag o.a.)
    • Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin frá 252 mió. kr. til 522 mió. kr.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)(Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við bygging ella umbygging av ávísum leigubústøðum, keyp av ávikavist orkuvinarligum motorakførum og elriknum hitapumpuskipanum og dagføring av reglunum um leigubilar)
    • Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Lækka virðisavgjaldið fyri persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni, rokna skrásetingargjaldið á innfluttum brúktum motorakførum við støði í keypsprísinum, frítaka flytigóðsmotorakfør frá skrásetingargjaldi, stytta tíðarskeiðið fyri undantøku av virðisavgjaldi hjá hýru- ella skúlavognum og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisavgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroya (Leingjan av tíðarskeiðnum, ið ferðandi skulu rinda avgjald við komu til Føroya)