Landsstýrisfundir

  • Formligur landsstýrisfundur 20. apríl 2022

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum orsakað av COVID-19
  • Formligur landsstýrisfundur 5. apríl 2022

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine
    • Uppskot til løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina
    • Uppskot til løgtingslóg um rættindi hjá fólkum, ið eru rikin úr Ukraina, til veitingar í Sjúkrahúsverkinum
    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2022
  • Formligur landsstýrisfundur 31. mars 2022

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2023 (Búðskaparfrágreiðing I mars 2022)
    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2022-3
  • Formligur landsstýrisfundur 7. mars 2022

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar forslag til Lov om ændring af retsplejelov for Færøerne og lov for Færøerne om retsafgifter (Følgeændringer i forbindelse med ikraftsættelse af ændringsanordning om konkursloven)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin)(Samtykkigrundað neyðtøka)
    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2022
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin) (Dagføringar av endamáli, leiðslu, ogn, skuldarmørkum, útláni, striking av skuld, eftirlit o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)(Fólkaflutningur, ferðaleiðarar o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins(fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum hækkar úr 70 árum upp í 72 ár o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir(Aldurin, tá ið tænastumaður kann fara úr starvi við eftirløn hækkar úr 60 árum upp í 62 ár, o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum(Broyta ásetingar um meting av upprunavirðinum og útvegan av skjalprógvi)
    • Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av skatti, tolli og avgjaldi (Skattafyrisitingarlógin)
    • Uppskot til løgtingslóg um at endurnýggja asfaltverk og skervverk hjá Landsverki
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum (Nágreining av uppgerðini fyri skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum)
    • Uppskot til løgtingslóg um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur(Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við, at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur hjá persónum, ið eru í sambandi við sjúkuviðgerð og javning)
    • Uppskot til løgtingslóg um løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)(Umlegging av nøgdum latnar til vinnuligar royndir og verkætlanir til egnar árskvotur og at lata kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir fylgja við, tá ið fiskifar verður skift út).
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af § 2 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed og lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder og forskellige andre love og § 20 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, hvidvaskloven, lov om forvaltere af alternative investeringsfonde m.v. og forskellige andre love
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af § 30 i lov om ændring af konkursloven og forskellige andre love (Rekonstruktion m.v.),
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring (Heimild at tilnevna Brúkaraumboðið sum bólkaumboð í bólkarættarmálum)
    • Uppskot til løgtingslóg um at taka festið Heygsgarð úr festiskipanini
    • Uppskot til løgtingslóg um mát og vekt
    • Uppskot til løgtingslóg um innflutning, nýtslu og góðskutryggjan av medisinskari útgerð
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Striking av friðingarheimildum o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd (Náttúruverndarlógin)
    • Uppskot til løgtingslóg um Fólkaheilsustýrið
    • Uppskot til løgtingslóg um at umvæla og umbyggja gomlu læknahúsini, tað gula húsið, til fyrisitingarbygning o.a. hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi
    • Uppskot til løgtingslóg um at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð, umframt til vegleiðing í H-bygninginum
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Limatalið í Sjúklingaráðnum verður lækkað úr 9 limum niður í 5 limir og ásett verður meira greitt, hvørjar uppgávur og skyldur Sjúklingaráðið hevur)
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ioniserende stråling og strålebeskyttelse (strålebeskyttelsesloven)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan(Áseting um KT-skipanir, KT-útgerð, netsamband og dátutrygd)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirskúlar (Broytingar um krav til samlað næmingatal, freist at boða frá næmingatali og at rokna rakstrarstuðul)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar (Stuðul fyri leigukostnað, áseta reglur um ferðastuðul og broyta tíðarfreist fyri at boða frá næmingatali)
    • Uppskot til løgtingslóg um triðja byggistig í umbygging og útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali

  • Formligur landsstýrisfundur 22. februar 2022

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om retshåndhævende myndigheders behandling af personoplysninger
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov for Færøerne om kapitalkrav og tilsyndsmæssige krav for kreditinstitutter og investeringsselskaber
  • Formligur landsstýrisfundur 15. februar 2022

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Skipanin við frítíðarlønarkontum verður broytt, Frítíðargrunnurin verður avtikin o.a.)

    • Uppskot til løgtingslóg um stuðul til listafólk, sum hava verið fyri fíggjarligum missi í tíðarskeiðinum 9. desember 2021 til 31. januar 2022 í sambandi við COVID-19
    • Uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála millum Føroyar og ES um luttøku í ES-samstarvsætlanum og frumskjal um Horizon Europe

  • Formligur landsstýrisfundur 8. februar 2022

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í samband við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini í lendismálum, Vinnukærunevndini og Skuldarumskipanarnevndini)

    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om Folketingets Ombudsmand (Fastsættelse af embedsperiode for Folketingets ombudsmand, mulighed for fravigelse af reglerne om fratræden, pension og eftervederlag ved aftale med Folketingets ombudsmand og oprettelse af et børnekontor hos Folketingets Ombudsmand)

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir (Broyting av reglum um sundurbýti av eldri bygningum í eigaraíbúðir o.a.)

    • Uppskot til løgtingslóg um barnaváttanir (Barnaváttanarlógin)

  • Formligur landsstýrisfundur 27. januar 2022

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ávísar fyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19
  • Formligur landsstýrisfundur 25. januar 2022

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broytingar í tveimum løgtingslógum, ið broyta løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Leingjan av gildistíð vegna COVID-19)
    • Uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Longt tíðarskeið, perssónsskari til sjálvbodna trygging, dagpeningur í sambandi við framskundaða pensjón og útsetta pensjón o.a

  • Formligur landsstýrisfundur 18. januar 2022

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki (rættindi hjá sjófólki í sambandi við sjórán, sjúkrarøkt o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Tilbúgvingarætlan fyri slopnan alifisk)
  • Formligur landsstýrisfundur 14. desember 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi, 12 ár og eldri, við komu til Føroya
    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2021
  • Formligur landsstýrisfundur 13. desember 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om luftfart
    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2021
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur (Samferðslupakkin. Avtøka av ferðastuðli gjøgnum undirsjóvartunlar, broytt áseting um stytstu farleið og áseting um, at søkt verður talgilt)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Samferðslupakkin. Hækking av avgjaldi á bensin og dieselolju)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (Samferðslupakkin. Hækking av veggjaldinum og umhvørvisgjaldinum)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Samferðslupakkin. Hækking av avgjaldi á brenniolju, fuelolju - eisini nevnd tungolja)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika verður sett niður til 13 ár, og áseting um gjald fyri geyma verður nágreinað)
  • Formligur landsstýrisfundur 30. november 2021

    Hetta mál varð latið Løgtinginum:

    • Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2021

  • Formligur landsstýrisfundur 23. november 2021

    Hetta mál varð latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum lógum vegna avtøku av heftisrevsing o.a. (Heftisrevsing broytt til fongsul í upp til 4 mánaðir)
  • Formligur landsstýrisfundur 16. november 2021

    Hetta mál varð latið Løgtinginum:

    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2021
  • Formligur landsstýrisfundur 4. november 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í samband við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndini og Kærunevndini hjá Studna o.a.
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikraftræden for Færøerne af visse ændringer i konkursloven m.v. (Endurskipan, trotabúsbann og nútímansgerð av trotabúsviðgerð)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (Tinglýsing av skjølum í persónbókini sbrt. ásetingum í aðrari lóggávu enn løgtingslóg um tinglýsing o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar (Broyting í útrokning av javningarprosenti)
    • Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningslógin), løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Nágreining av galdandi reglum um negativa rentu)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Veiðiloyvi, brúksskylda, leingja gildistíðina á rættindum, flyta ófiskaðar kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir frá 2021 til 2022 og eigaraviðurskifti í føroyskum deksbátum)
  • Formligur landsstýrisfundur 28. oktober 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um framtíðarfulltrú
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19 og dagpeningur vegna smittu ella sóttarhald hjá børnum
  • Formligur landsstýrisfundur 26. oktober 2021

    Hetta mál varð latið Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trygdargrunn fiskivinnunnar (Heimild at áseta reglur um talgilt samskifti o.a.)
  • Formligur landsstýrisfundur 7. oktober 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021
    • Uppskot til løgtingslóg um stuðul til avlýstar tónleikafestivalar vegna COVID-19 í 2021
  • Formligur landsstýrisfundur 30. september 2021

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingfíggjarlóg 2022
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v.