- 07-05-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 7. mai 2012
Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um inntøkutrygd og forskotskipan, saman við frágreiðing til landsstýrið.
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Upprit og uppskot viðvíkjandi fylgibroytingur í ymiskum kunngerðum í samband við lógarbroytingin viðvíkjandi lendisakfør
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni
- 17-04-2012 | Landsstýrisfundur týsdagin 17. apríl 2012
Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:
Upprit og uppskot til virkisætlan um eldrapolitikk og rammulóg, og virkisætlan um at leggja eldrarøktina til kommunurnar at umsita
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Upprit og uppskot til kunngerð um viðurkenning av útlendskum sjóvinnubrøvum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot um hvílutíð hjá sjófólki
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um gildiskomu av reglum í sjómannalógini
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um virksemi Brúkaraumboðsins
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um órímuliga og villeiðandi Marknaðarføring
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni - 28-02-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 27. februar 2012
Á landsstýrisfundi mánadagin vóru hesi mál fyri:
Upprit um at byggja vardar bústaðir
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Upprit og uppskot til kunngerð um skiftisskipanir í sambandi við ígildiskomu av vinnufelagslógini
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni
- 20-02-2012 | Landsstýrisfundur mánadagur 20. februar 2012
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um lántøku til Landskassan
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Upprit og uppskot um broyting í lóg um arbeiðsskaðatrygging
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til løgtingslóg um kapping
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um barnavernd
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til pensjónistar
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Upprit til løgtingslóg um spreingievni
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni. - 07-02-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 6. februar 2012
Á landsstýrisfundi mánadagin vóru m.a. hesi mál fyri:
Upprit um at gera nýggja lóg um einnýtisíløt og onnur íløt til lidnar drekkivørur
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)Uppskot til kunngerð um atkomuviðurskifti
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)Uppskot til kunngerð um vegleiðandi fólkaatkvøðu um nýggjar kommunur í sambandi við at málsøki ætlandi verða løgd til kommunurnar at umsita
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avarðandi landsstýrismanni ella løgmanni - 24-01-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 23. januar 2012
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu Lendisfarandi akfar (ATV)
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)Upprit um innkeyps- og útboðspolitikk
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit um tilgongdina í samband við fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)Upprit um lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Uppskot til kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá statsautoriseraðum fótterapeuti
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni. - 09-01-2012 | Landsstýrisfundur mánadagin 9. januar 2012
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot og upprit til løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til løgtingslóg um broytingar í SIT lógini
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)Upprit og uppskot til løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna Heilsutrygd og uppskot til viðtøkur fyri Sjúkrakassagrunn Føroya
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið í Søvnum Landsins
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)Uppskot til kunngerð um at Húsalánsgrunnurin einsamallur ella saman við kommunum, feløgum og stovnum kann útvega, reka og leiga íbúðir, íbúðahús og lestrarbýir
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann. - 20-12-2011 | Landsstýrisfundur mánadagin 19. desember 2011
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Upprit um fólkaatkvøðu um kommunusamalegging
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)Upprit um at savna alla byggifyrisiting á Landsverki,og at flyta íløgujáttanir til bygningar og annað, á eina serstaka grein á fíggjarlógina
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)Upprit og uppskot um kunngerð um frekvens- og avgreiðslugjald á radiosamskiftisøkinum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um broyting um umsiting og virksemi hjá Vinnuframagrunninum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot um kunngerð umbroyting í kunngerð um ALS-gjald
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot um at broyta kunngerð um stuðul til flutning av fiski
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Upprit og uppskot um at broyta kunngerð um veiðu eftir makreli við fiskiførum umdir føroyskum flaggi í 2011
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Upprit og uppskot um at seta úr gildi kunngerð um forboð móti fiskiveiðu á Flemich Cap
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann - 21-11-2011 | Landsstýrisfundur mánadagin 21. november 2011
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg at seta í gildi løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
(Løgmaður)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Uppskot til kunngerð um summartíð 2012, 2013, 2014, 2015 og 2016
(Landsstýrismaðurin í innlendismálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann - 08-08-2011 | Landsstýrisfundur 8. august 2011
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Støðulýsing av aktuellum politisku málunum (Løgmaður)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli (Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann.
- 08-08-2011 | Landsstýrisfundur 25. juli 2011
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet” (Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)
Uppskot um nýggjan kommunubygnað (Landsstýriskvinnan í menta- og kommunumálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Uppskot til løgtingslóg um tøkniliga umlegging av skattaskipanini (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Uppskot til løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (kapitalvinningsskattalógin) (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til løgtingslóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn o.a. (Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)
Upprit og uppskot til løgtingslóg um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin) (Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (avtøka av egingjaldi fyri hoyritól v.m.) (Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upprit um at leggja barnaverndarlógina fram til aðalorðaskifti í Løgtinginum (Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Tíðarætlan fyri fíggjarlógararbeiðið 2012 (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Uppskot til kunngerð um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann - 04-07-2011 | Landsstýrisfundur 4. juli 2011
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í samband við lógarbundnar uppgávur
(Landsstýriskvinnan í menta- og innlendismálum)Uppskot til løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn o.a.
(Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)Uppskot til løgtingslóg um jarðhitaskipanir
(Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um starvsfólk at hava ábyrgd av klagum í tryggingarfeløgum
(Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um tryggingarmekling
(Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)Upprit og uppskot um kunngerð um kærunevnd at viðgera avgerðir yrkisnevndarinnar
(Landsstýriskvinnan í menta- og kommunumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um lærusáttmálar, umsitingargjald o.a.
(Landsstýriskvinnan í menta- og kommunumálum)Upprit um at seta í gildi nýggja kunngerð um árliga skúladagatalið í fólkaskúlanum
(Landsstýriskvinnan í menta- og kommunumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrismann ella løgmann - 21-06-2011 | Landsstýrisfundur 21. juni 2011
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Upprit og uppskot til løgtingsmál um heimild at gera leigusáttmála um nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn
(Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)Fíggjarnevndarskjal “Havnin í Skúvoy”
(Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum)Upprit og tilmæli um staðseting av tjóðleikahúsi Føroya
(Landsstýriskvinnan í menta- og kommunumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um tíðaravmarkaða veiði eftir botnfiski á Føroya Banka í 2011
(Landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni - 16-05-2011 | Landsstýrisfundur mánadagur 16. mai 2010
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
(landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum)Upprit um verklagslóg og útbjóðingartilfar í samband við nýtt Havrannsóknarskip
(landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2011
(landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum)Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands
(landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um adressur
(landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum)Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um íløt, úrdráttir og pant
(landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni. - 02-03-2011 | Landsstýrisfundur 1. mars 2011
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri
Eykajáttan fyri februar 2011
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)uppskot til pensjónsnýskipan
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálumUpplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni
- 07-02-2011 | Landsstýrisfundur mánadagin 07. februar 2011
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærumál í lendismálum
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Upprit og uppskot til løgtingslóg um brúkaravernd í samband við keyp og sølu av fastogn o.a.
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Upprit og uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til løgtingslóg um arbeiðskoysistrygging og arbeiðsávísing
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til løgtingslóg um keyp og sølu av fastogn o.a.
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)Upprit um at geva loyvi til at gera og reka fast samband millum Suðurstreym og Skálafjørðin
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Upprit um at leggja løgtingslóg um jarðhita fyri løgtingið
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit um at gera løgtingslóg um sanering av skuld til Búnaðargrunnin
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og uttanríkismálum)Upprit um at broyta løgtingslóg um landsjørð (bygningar og innstøða)
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og uttanríkismálum)Upprit um at broyta festikontuskipanina hjá Búnaðargrunninum
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og uttanríkismálum)Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.
- 24-01-2011 | Landsstýrisfundur mánadagur 24. januar 2011
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
(avvarðandi landsstýrisfólk)Uppskot til ríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann
(løgmaður)Upprit og uppskot til løgtingslóg um ítróttarvedding
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)Upprit um at skipa ein leist fyri framtíðar evropapolitikk Føroya
(landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)Upprit og uppskot til kunngerð um heilivágsskrá og fyrimyndarreglur á heilivági
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni. - 11-01-2011 | Landsstýrisfundur mánadagur 10. januar 2011
Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Upprit og uppskot um at broyta løgtingslógir á sjóvinnuøkinum – dagføring samavarandi ILO-sáttmálanum
frá 2006 um starvsvirðurskifti hjá sjófólki
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um skeinkingarloyvi
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um brygging og útflýggjan av
sterkum øli
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot um kunngerð um broyting í kunngerð um fráboðan av arbeiðsskaðum, herundir vinnusjúkum
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um avreiðing av livur og teytir fyri tillutan av eyka fiskidøgum
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Upprit og uppskot til kunngerð um avhending av fiskidøgum
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Upprit og uppskot um kunngerð um umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleiðirnar
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni. - 07-12-2010 | Landsstýrisfundur mánadagin 6. desember
Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum (langtíðarkarmar, kommunureformur, skúlareformur, heilsubygnaður, fiskivinnubygnaður, almannabygnaður, íroknað samanleggingar av stovnum)
(Avvarðandi landsstýrisfólk)Upprit og uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)Upprit um tilfeingisrentu
(Landsstýrismaðurin í fiskivinumálum)Upprit um hagtøl innan ferðavinnuøkið
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um at flyta ogn frá Føroya Yvirformyndarí
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni. - 29-11-2010 | Landsstýrisfundur mánadagur 29. novembur 2010
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Støðulýsing viðvíkjandi bygnaðarbroytingum
(avvarðandi landsstýrisfólk)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
(landsstýriskvinnan í almannamálum)Upprit um at broyta lógina um kærunevnd í lendismálum
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)Upprit um at flyta løgujáttanir frá §7 mentamál til §15 innlendismál
(landsstýriskvinnan í mentamálum)
Fleiri upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.