Landsstýrisfundir

  • Formligur landsstýrisfundur 22. mars 2024

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2025
    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2024-2 (Várumfarið)
  • Formligur landsstýrisfundur 7. mars 2024

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum.

    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om delvis ikrafttræden for Færøerne af lov om MitID og NemLog-in
    • Uppskot til ríkislógartilmæli om ændring af anordning af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum (Dátuverndarlógin)(Rætta tilvísingar og strika kravið um navnloysi og ókenniligheit í sambandi við almannakunngering av avgerðum hjá Dátueftirlitinum)
    • Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.(Markið fyri inntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini, verður hækkað o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum(Ásetingar í sambandi við kanningar av vanlukkum á sjónum, talgilt samskifti, sjóuppmerking, gjald fyri sýn o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin)(Ásetingar um kortlegging og skanning í sambandi við nettrygd og um at nágreina ásetingar um at savna upplýsingar)
    • Uppskot til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu(Ferðavinnulógin)
    • Uppskot til samtyktar um tjóðartrygdarpolitikk
    • Uppskot til løgtingslóg um pantskipan fyri íløt
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)(Hækkan av útgjaldshámarkinum, barsilspeningur til nýútbúgvin o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin)(Framleiðsla og søla av el og fjarhita)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)(Fráboðan um børn við bústaði í Danmark, stuðul til foreldramyndugleikan, heimild til barnaverndarnevndina at taka avgerð um ávís viðurskifti hjá barninum og heimild at flyta barnaverndarmál millum barnaverndartænastur)
    • Uppskot til løgtingslóg um Kervi+
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um næmingatal í hvørjum flokki)
    • Uppskot til løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál
    • Uppskot til løgtingslóg um føroyskan førleikakarm
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)(Undantak fyri gjaldskyldu, afturgjaldsreglur, heimild til innheinting av skuld o.a. og nágreinan av, hvussu tilskotið skal roknast, tá ið ein fyllir 18 ár og tá ið ein verður pensjónistur ella fyritíðarpensjónistur í tilskotstíðarskeiðinum)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)(Gjaldfreist í sambandi við altjóða trætumál, víðkað heimild at vitja peningastovnar í eftirlitshøpi o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um heildarætlan fyri Kjarnuna
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Virkisskrá (Dagføring av listanum yvir grundardátur og útflýggjan av p-talinum)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu(Nútímansgerð og nágreinan av orðaskiljingum, broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og onnur handhildin samskiftistól, skeið um rúsdrekka og ferðslu verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni, bann fyri nýtslu av øðrum lítlum motordrivnum akførum á øki, har ferðslulógin er galdandi, viðvirkan av dómsmonnum o.a.)
  • Formligur landsstýrisfundur 29. februar 2024

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i forskellige love om ændring af lov om finansiel virksomhed
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum og í løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum(Peningur til jarðfrøðiligar kanningar heldur enn umhvørvisárinsmetingar)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í sjólógini og úrgildisseting av lov om Rederes Forpligtelse til at meddele statistiske Oplysninger (Myndugleikaflytingar vegna yvirtøku av málsøkinum, sjórættur o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Ræðislógin)(Yvirtøka av málsøkinum sjórættur)
  • Formligur landsstýrisfundur 26. februar 2024

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til samtyktar um arktiska politikk Føroya 2024
    • Uppskot til løgtingslóg um vevnaðarskrá, genomskrá, diagnosuskrá og ættarbandsskrá til gransking í mannaílegum og persónslagað medisin (Ílegulógin)
    • Uppskot til løgtingslóg um prosjektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya fram til útboð
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m. (Avtøka av kærunevnd trygdargrunsins)
  • Formligur landsstýrisfundur 6. februar 2024

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp(Árlig prístalsjavning, lægri kringvarpsgjald fyri smærri virki, stovnar o.fl., broyting í kringvarpsgjaldinum fyri likamligar persónar og aðrar smærri broytingar)
  • Formligur landsstýrisfundur 30. januar 2024

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi(Innheinting og skráseting av upplýsingum um veruligar eigarar, tvingsilsavtøka o.a.)
  • Formligur landsstýrisfundur 24. januar 2024

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki (Hægri fíggjarkarm)
  • Formligur landsstýrisfundur 23. januar 2024

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til Løgtingslóg um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina
  • Formligur landsstýrisfundur 18. desember 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um Brekumboð
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg, økt lániheimild, útlendsk fígging, o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping(Eftirlit við prísi við marknaðargreining og nágreining av prosessparti)
  • Formligur landsstýrisfundur 5. desember 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum vegna nýggja rættargangslóg fyri Føroyar(Strika tilvísingar til løgreglumál og politimál o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald(Meirvirðisgjaldslógin)(Grønar hitaloysnir, talgildir fjølmiðlar og talgild avgjaldsuppgerð)

  • Formligur landsstýrisfundur 3. november 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) (Um kynsliga avnoyðslu og lokking)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Broyting í brúkstreytini fyri at avhenda egnar fiskidagar og egnar kvotur, broyting í brúksskylduni á veiðiloyvi, fiskiloyvi, egnar fiskidagar og egnar kvotur, og broytt áseting um gildiskomu)
    • Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum (Hækka játtan og leingja sólseturáseting)
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder og om ophævelse af lov om finansiel stabilitet
    • Uppskot til løgtingslóg Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Orkuískoyti til húski í 2024, 2025 og 2026)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av punktgjøldum á brennievni og broyting av heiti)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av brennioljugjaldinum)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir (Skattaumskipan 2024 og 2025, tillaging av endurgjaldi til kommunurnar vegna stigvísa minking av fiskiveiðifrádráttinum og avtøka av uttanlandsfrádráttinum
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, javning av skattastiganum)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Nýggj vørunummur fyri f-gass og ávísar rættingar í toll- og vøruskránni)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, stigvís minking av fiskimannafrádráttinum og avtøka av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Avgjøld á f-gass og ávísar rættingar í vørunumrum og øðrum)
  • Formligur landsstýrisfundur 1. november 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um at leingja sáttmálan millum øðrumegin Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og hinumegin Fíggjarmálaráðið fyri ávís størv í Sjúkrahúsverkinum o.ø.
  • Formligur landsstýrisfundur 17. oktober 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin)(Samverusjikana, ferðing í sambandi við samveru, ókeypis advokatumboðan og aðrar broytingar)
  • Formligur landsstýrisfundur 29. september 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024
    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2023
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)(Barnafrádrátur til sendifólk og umskipaður pensjónistafrádrátttur)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum(Framskundað stigvíst virðisgjald fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar(Broyting í áseting um lønarendurgjald til lærupláss)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul(Broyting í javning av stuðulsupphæddum)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan(Góðkenning av flutningsskipanum og landskassastudningur til útreiðslur av góðkendum flutningsskipanum verða strikað)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av almannaveitingum(Hækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur(Stuðul til bil broyttur til stuðul til serligan útbúnað til bil)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.(Fleiri fráverudagar vegna sjúku afturrindast av arbeiðsgevara)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk(Frávik um stuðulsveiting til lesandi í útbúgvingaraldri strikað)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)(Heilivágsstigin verður broyttur)
  • Formligur landsstýrisfundur 19. september 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum (Kravið um nýtt felag til hvørja einstaka framleiðslu verður strikað, og Filmshúsinum verður álagt at lata landsstýrismanninum frágreiðing frá virkseminum farna árið)
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om luftfart
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om Straffeloven (Revsilógin)(Innleiðandi ásetingar, vanligar treytir fyri at nýta revsirættarligar ásetingar, treytir fyri revsingarbæri, brotsroynd og viðvirkan, revsiábyrgd fyri løgfrøðiligar persónar, revsingarnar, treytað fongsulsrevsing, samfelagstænasta, aðrar rættarfylgjur av teirri revsiverdu gerðini, at áseta revsing og uppathald av rættarfylgjum av teirri revsiverdu gerðini)
  • Formligur landsstýrisfundur 12. september 2023

    Heis mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um stuðul til at byggja stórhøll í Hoyvík
  • Formligur landsstýrisfundur 6. september 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til íkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ioniserende stråling og strålebeskyttelse (strålebeskyttelsesloven)(Ikrafttrædelse af ophævelsesbestemmelse)

    • Uppskot til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan
  • Formligur landsstýrisfundur 29. august 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar forslag til lov om ændring af lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v. (Indførelse af fodlænke- og udstationeringsordning på Færøerne)
  • Formligur landsstýrisfundur 22. august 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka (Rúsdrekkalógin)
    • Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um biografar
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í Arbeiðsskaðatryggingarlógini
  • Formligur landsstýrisfundur 26. mai 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Víðkaðar heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk)