- Landsstýrisfundur hósdagin 30. juni 2016
Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi máli fyri:
Uppskot til løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaaráð
(Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um at seta í gildi kunngerð um seming innan upphavsrættarøkið
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
- Landsstýrisfundur hósdagin 21. juli 2016
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2016 (søla av Lív)
(Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (AMEG)
(Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum)
Uppskot til løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð
(Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum)
Uppskot til løgtingslóg um hægri barnafrádrátt
(Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (áseting av fiskidøgum fyri fiskiárið 2016/2017)
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (altjóða skyldur, eftirlitsreglur og elektroniskt samskifti)
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Uppskot um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (hækking av lestrarstuðli)
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upplýsingar um omanfyrinevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni
- Landsstýrisfundur mánadagin 22. august 2016
Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi máli fyri
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin) (broyting viðvíkjandi váttan, tá skip verða útleigað)
(Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum)
Upprit og kunngerð um at seta í gildi kunngerð um standardar fyri KT-nýtslu í sjúkrahúsverkinum
(Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um stuðul til mentan og list
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)
Upplýsingar um omanfyrinevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni