- 08-12-2008 | Landsstýrisfundur mánadagin 8. desember
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
Limaskapur í WTO
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)Endurskoðan av føroysku sosiallóggávuni (forsorgarlógina)
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Kunngerð um broyting í kunngerð um studentaskúlar og stakgreinalestur á studentaskúlastigi (Studentaskúlakunngerðin)
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)Rundskriv um barnakonur, sum arbeiða í skiftandi vaktum
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Rundskriv um eftirlønargjald, tá ið fólk starvast eftir 67 ára aldur
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Rundskriv um gávur til starvsfólk á serligum starvsdegi
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki - 01-12-2008 | Landsstýrisfundur mánadagin 1. desember
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
Løgtingslóg um gjaldførislán frá Føroya Landsstýri til Ríkisstjórn Íslands (Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2008-3
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Ríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av eini røð av lógarbroytingum viðvíkjandi donskum tænastumonnum
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Digitalan signatur
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Kunngerð um krøv til innandura roykirúm og ávaringartekst um heilsuvandar v.m.
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki - 27-11-2008 | Landsstýrisfundur hósdagin 27. november
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útreiðslur sjúkrakassanna til heilivág og afturbering landskassans
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Lógirnar eru partur av einum fylgilógarpakka til fíggjarlógina fyri 2009.
Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur: ”Seinastu árini eru útreiðslurnar á fíggjarlógini vaksnar ov nógv í munn til inntøkurnar. Um vit skulu tryggja góðar vælferðartænastur og tær neyðugu útbyggingarnar av okkara samfelag, má útreiðsluvøksturin tálmast og neyðugar vakstrarstrategiir gerast fyri øll øki í landinum.
Fylgilógarpakkin er partur av heildarætlan fyri fíggjarlógina, ið skulu fáa til vega inntøkurnar og fremja tær neyðugar sparingar. Við hesum smáu tillagingum fáa vit eina ráðiliga fíggjarlóg fyri 2009 og leggja lunnar undir ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk.”
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki. - 17-11-2008 | Landsstýrisfundur mánadagin 17. november
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
Løgtingslóg til at broyta løgtingslóg um aling av fiski v.m.
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Um at lækka tilskotið til heilivág og um ókeypis heilivág til terminalsjúklingar
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)Kunngerð um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri avgreiðslu av vanlukkutryggingarmálum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki - 11-11-2008 | Landsstýrisfundur týsdagin 10. november
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
Løgtingslóg um at seta í gildi protokol um broyting av sáttmála millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting, hvat viðvíkur inntøku- og ognarskattum
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Ríkislógartilmæli um Forslag til Lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2009 (blokkstuðul)
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Løgtingslóg um kringvarpssendinet
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)Løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)Løgtingslóg um fólkaskúlan
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)Løgtingslóg um fjarskifti
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)“Anordning for Færøerne af lov nr. 521 af 6. juni 2007 om ændring af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengenkonventionen
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Broytingar í ferðslulógini
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Kunngerð um stuðul til hoyritól
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)“Bekendtgørelse for Færøerne om godkendele til adoptant”
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)”Bekendtgørelse for Færøerne om vederlag til stævningsmænd og vidner i fogedforretninger"
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki - 03-11-2008 | Landsstýrisfundur mánadagin 3. november
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
Løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur: ”Partar av Landssjúkahúsinum er niðurslitnir og umstøðurnar eru ikki nøktandi. Í einum nútímans heilsuverki eiga sjúklingar ikki at liggja í gjóstri frá ótøttum vindeygum ella noyðast at duka á radiatorar fyri at fáa fatur á starvsfólkum. Landssjúkahúsið er kjarnin í okkara heilsuverkið og má hava høga raðfesting. Landsstýrið er tí samt um fáa til vega fígging at gera tær neyðugu umvælingarnar og útbyggingarnar.”
Um at verja ozonlagið
(Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum)Kunngerðir 3 um gjøld til Skráseting Føroya fyri skráseting o.a. av smápartafeløgum, vinnurekandi grunnum og ávísum vinnurekandi fyritøkum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki - 20-10-2008 | Landsstýrisfundur mánadagin 20. oktober
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
Virkisætlan fyri veðurlagsøkið
(Løgmaður)Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur:“Løgmaður hevur nú sett veðurlagsøkið á dagsskránna hjá landsstýrinum. Hetta mál hevur sera stóran týdning fyri Føroyar, tí vit á henda hátt taka altjóðaliga ábyrgd og kunnu fáa meira burðardygga orkunýtslu til frama fyri umhvørvið og búskapin í longdini.
Tað er eitt sera víðfevnandi og týdningarmikið økið, ið fevnir um nærum øll málsøkið hjá landsstýrinum. Eg havi tí sum løgmaður raðfest hetta arbeiði í míni samskipan av politisku málunum.
Á landsstýrisfundi í dag varð støðulýsing løgd fram av arbeiðsbólkinum, ið ger uppskot til tiltøk o.a., ið hava við sær minking í CO2 útláti í Føroyum. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og eitt álit verður væntandi klárt til politiska støðutakan um tvær til tríggjar vikur.”
Um at broyta løgtingslóg um sjómenn
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Um at endurskoða sosialu skipanirnar fyri rúmliga arbeiðsmarknaðin
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Um at leggja Búnaðarstovuna og Royndarstovuna saman
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki - 13-10-2008 | Landsstýrisfundur mánadagin 13. oktober
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om tvang i psykiatien”
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)Uppskot til løgtingslóg um aling av fiski v.m.
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)Uppskot til løgtingslóg um eldsbruna o.a.
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)Upprit um at gera broytingar í løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki
(Landsstýriskvinnan í mentamálum)Upprit um lántøku til endurfígging av brævláni 24.11.2008
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Upprit um at gera broytingar í løgtingsvallógini
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Upprit um at avtaka ella endurskoða Føroyska Happadráttin
(Landsstýriskvinnan í innlendismálum)Kunngerð um roknskaparverk o. tíl.
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Kunngerð um skilamarking av hugtakinum sbrt. Marknarføringslógini
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Kunngerð um at avgerðir kunnu kærast til Vinnukærunevndina
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur: ”Á fundinum umrøddu vit eisini úttalilsið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni. Landsstýrismaðurin og landsstýrið eru samd um, at úttalilsi er óheppið, tí tað kundi elva til misskiljingar. Landsstýrið hevur eina felags fatan av, at felags stev er neyðugt.”
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólk - 03-10-2008 | Landsstýrisfundur 3. oktober 2008
Í dag hevur landsstýrið havt sín triðja landsstýrisfund við ellivu punktum á dagsskrá
LANDSSTÝRISFUNDUR 3. oktober 2008
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni viðgjørd:
Ættleiðingarstuðul
(landsstýriskvinnan í almannamálum)
“Lov om luftfart”
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Arbeiðsskaðatrygging
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing og barsilsskipan
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Partafelagslógin og lógini um vinnurekandi grunnar
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Ársroknskaparlógin
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Grannskoðanarlógin
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Fjarskiftislógin
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)Kunngerð at velja foreldraumboð í skúlastýri og kommunustýrisumboð í felagsskúlastýri
(landsstýriskvinnan í mentamálum)Kunngerð um stuðul til mentan og list
(landsstýriskvinnan í mentamálum)Kunngerð um at seta úr gildi kunngerð um FUNDATS fyri Hans J. Guttesens legat, Vestmannahavn
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki - 29-09-2008 | Landsstýrisfundur 29. september 2008
Regluligi landsstýrisfundurin var mánamorgunin kl. 10.00, har landsstýrið millum annað umrøddu smálutirnar í fráboðan um býti av málum landsstýrisins millum løgmann og landsstýrismenninar. Seinasta hond verður nú løgd á málsbýtislistan, sum eftir ætlan verður fráboðaður í morgin.
- 29-09-2008 | Landsstýrisfundur 26. september 2008
Landsstýrið fór beinavegin til verka. Longu fríggjakvøldið 26. september eftir móttøkuna var fyrsti landsstýrisfundurin, har Løgtingsfíggjarlógin fyri 2009 varð viðgjørd, og latin Løgtinginum.
- 25-08-2014 | Á landsstýrisfundi 25. august vóru hesi mál fyri:
Á landsstýrisfundi vóru hesi mál fyri:
Upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág + kunngerðir
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um tryggingarfulnað fyri ognarskiftistryggingar
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot um broyting í kunngerð um lestrarstuðul
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni
- 23-09-2014 | Landsstýrisfundur týsdagur 23. sept 2014
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Fíggjarlógaruppskot 2015
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli at dagføra lógina um fíggjarligt virksemi
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um brúksmodell
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um designmodel
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um vørumerki
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um patentlóg
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um upphavsrætt
(landsstýrismaðurin í mentamálum)
Upprit um at seta arbeiðsbólk at kanna grundarlagið fyri útveitan av sjóvegis farleiðum hjá Strandferðsluni
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit um at skipa viðgerðartilboð til teirra, sum hava seinárin orsakað av kynsligum ágangi
(landsstýrismaðurin í almannamálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um skyldu at hava hund í bandi
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Fleiri upplýsingar um málini kunnu fáast frá avvarðandi landstýrismanni.
- 30-09-2014 | Landsstýrisfundur mánadagin 29. september
Á landsstýrisfundi mánadagin 29. september vóru m.a. hesi mál fyri:
Upprit og uppskot um at broyta løgtingslóg um trygd á sjónum
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot um at broyta kunngerð um gjøld fyri endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Fleiri upplýsingar um málini kunnu fáast frá landstýrismanninum í vinnumálum.
- 07-10-2014 | Landsstýrisfundur mánadagin 6. oktober
Á landsstýrisfundi mánadagin 6. oktober vóru m.a. hesi mál fyri:
Upprit um at geva kommunum heimild at vetrarfriða fjølbygd øki í kommununi
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit um, at Búnaðarstovan skeytar matr. nr 19 og 21 í Hoyvík
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit um avtalu við Atlantsflog um tyrlutænastur
(landsstýrismenninir í ávikavist í vinnu- og fiskivinnumálum)
Upprit og uppskot til kunngerð um fíggjarligt ískoyti til tannviðgerð hjá privatstarvandi tannlækna
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Fleiri upplýsingar um málini kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrismanni.
- 01-12-2014 | Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:
Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:
Upprit um at seta í verk ymisk trygdarátøk viðvíkjandi vápnum (høglbyrsur)(Løgmaður)Upprit um at áseta reglur um endurvenjing í løgtingslóg um sjúkrahús føroyaLandsstýrismaðurin í heilsumálum)Rundskriv um burturbeinan av KT- útbúnaði(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Upprit og uppskot til kunngerð um krøv til skattliga ársroknskapin(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um felags reglur í yrkisnámi(Landsstýrismaðurin í mentamálum)Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni - 24-11-2014 | Landsstýrisfundur mánadagin 24. november
Landsstýrisfundur mánadagin 24. november
Á landsstýrisfundi mánadagin 24. november vóru hesi mál fyri:Uppskot til løgtingslóg um at selja solariumsól til kosmetiskt endamál (solariumlógin)(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2014(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Broytingaruppskot til uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2015(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni - 03-11-2014 | Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)
Framløguskriv og frágreiðing til aðalorðaskiftis viðv. einskiljing av landsjørðini
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)
Upprit og kunngerð um broyting í kunngerð um yvirvøku og tálming av lúsum á alifiski
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni.
- 20-10-2014 | Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:
Landsstýrisfundur mánadagin 20. oktober 2014
Á landsstýrisfundi vóru hesi mál fyri:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.(Eftirrokning, mótrokning o.a.)
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl. (Eftirrokning, mótrokning o.a.)
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokol til tann norðurlendska tvískattasáttmálan skatting av eftirlønum við atliti at Føroyum og Danmark
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit um broytingar í eftirlønarlógini
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit um broytingar í skattalógini
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit um broytingar í rentutryggingarlógini
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit um at dagføra kunngerð um góðan skikk fyri fíggjarfyritøkur í Føroyum
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit um at dagføra kunngerð um “puljepension og andre skattebegunstigede opsparingsformer m.v” fyri Føroyar
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni
- 14-10-2014 | Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:
Landsstýrisfundur mánadagin 14. oktober 2014
Á landsstýrisfundi vóru hesi mál fyri:
Upprit og uppskot til løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)
Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um at broyta loftferðslulógina + fylgiskjøl
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing + fylgiskjøl
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)
Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverk Føroya í P/F Postverk Føroya sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 16. mai 2006
(Landsstýrismaðurin í Vinnumálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almanna forsorg (Fíggjarligur stuðul, virknistænasta, vardar bústaðir o.a.) + javntekstur
Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upprit um at broyting verður framd í løgtingslóg nr. 19 um heimatænastu, eldrarøkt, v.m., so kommunur fáa heimild til at innheinta inntøkuupplýsingar beinleiðis frá Taks og uppskot til lógarbroyting í § 18 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)
Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni