Landsstýrisfundir

  • Formligur landsstýrisfundur 28. mars 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um ókeypis at avhenda ymiskt tilfar til P/F Suðuroyartunnilin
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum  (Yvirtøka av málsøkjunum sjóuppmerking og vitaverk)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aftubering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum
    • Uppskot til samtyktar um at seta í gildi UNESCO-sáttmála frá 20. oktober 2005 um at verja og fremja margfeldi í mentanarligum úttrykki
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin) (Ígildissetan av 4. og 5. hvítvaskdirektivi o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Broytingar í tøkugjaldinum)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (Dagføring av gjøldum, veiðigjald fyri lodnu og heystgýtandi sild og strikan av undantaki fyri heimaflotan)
  • Formligur landsstýrisfundur 23. mars 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om gennemførelse af restriktive foranstaltninger over for Rusland og Belarus
    • Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven) og lov om finansiel virksomhed
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Strika krav um fígging frá øðrum íleggjarum)
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar «Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellinge love om ændring af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien»
  • Formligur landsstýrisfundur 21. mars 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum (Heimild at býta upp embætisuppgávur millum próstar)
  • Formligur landsstýrisfundur 7. mars 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um bókasøvn (Bókasavnslógin)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hjálparískoyti til húski og hækking av familjuískoyti í 2023)
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i forskellige love om ændring af lov om finansiel virksomhed
    • Uppskot til løgtingslóg um grundvatn
    • Uppskot til samtyktar um karmsáttmála um fiskiskap millum Føroyar og Bretland
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (Regulering og forrentning af erstatnings- og godtgørelsesbeløb)
    • Uppskot til løgtingslóg um at umbyggja hølini hjá Apoteksverkinum á Staravegi 15
    • Uppskot til løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum
    • Uppskot til løgtingslóg um almennu talgildu postskipanina Mínboks
    • Uppskot til løgtingslóg um talgilda samleikakortið
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin)(Broyting av skuldarmarki)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)(Keyp av egnum partabrøvum, dagføringar av stovnsheitum, herdar revsireglur og málsligar nágreiningar o.a.)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)(Longd freist fyri at fáa endurrindað meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi)
    • Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd (Náttúruverndarlógin)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing(Striking av friðingarheimildum o.a.)
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af udlændingeloven og af forskellige love om ændring af lov om Danmarks tiltrædelse af Schengenkonventionen
  • Formligur landsstýrisfundur 28. februar 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um at umbyggja og útbyggja eftirskúlan Rásina
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja byggistig í umbygging og útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali (Hækka upphæddina, sum landsstýrismanninum verður heimilað at brúka)
  • Formligur landsstýrisfundur 14. februar 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2023
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023 (Eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2023)
    • Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2023
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu(Øktar útreiðslur til verkætlanina)
  • Formligur landsstýrisfundur 31. januar 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse ændringer i lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine (Ændring af tidspunkt for Færøernes Landsstyres overtagelse af ansvar og ændring af skæringsdato for udrejse af Ukraine ved meddelelse af opholdstilladelse)
  • Formligur landsstýrisfundur 27. januar 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini, Høvuðsbarnaverndarnevndini og Tvingsilsnevndini)
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af lov om ændring af konkursloven og forskellige andre love (rekonstruktion m.v.) og dele af lov om ændring af konkursloven, lov om Lønmodtagernes Garantifond og lov om lønmodtagernes retsstilling ved virksomhedsoverdragelse (Værneting ved gældssanering og ændringer i rekonstruktionsreglerne som følge af covid-19)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í sambandi við dagføring av konkurslógini fyri Føroyar (Gjaldsteðgur og neyðskuldarsemja verða broytt til endurskipan, reglur um trotabúsbann verða settar inn í grannskoðaralógina)
  • Formligur landsstýrisfundur 17. januar 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023 (eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2023)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Áseting og stigvís hækking av virðisgjaldinum á orkuvinarlig motorakfør og avgjaldsjavnseting av bensin- diesel- hybridakførum)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald(Meirvirðisgjaldslógin)(Leingjan av tíðarskeiðnum fyri endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)
  • Formligur landsstýrisfundur 13. januar 2023

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum(Yvirtøka av farsóttarmálsøkinum)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í “anordning for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme” (Myndugleikaflytingar vegna yvirtøka av farsóttarmálsøkinum)
  • Formligur landsstýrisfundur 15. november 2022

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023
  • Formligur landsstýrisfundur 4. november 2022

    Hesi uppskot vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)(Hækking av inngjaldi og útgjaldi o.a.)
    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i forskellige love om ændring af lov om finansiel virksomhed
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Brúksskylda og at leingja gildistíðina á rættindum)
  • Formligur landsstýrisfundur 19. oktober 2022

    Hesi uppskot vórðu latin Løgtinginum

    • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af lov om ændring af konkursloven og forskellige andre love (rekonstruktion m.v.) og dele af lov om ændring af konkursloven, lov om Lønmodtagernes Garantifond og lov om lønmodtagernes retsstilling ved virksomhedsoverdragelse (Værneting ved gældssanering og ændringer i rekonstruktionsreglerne som følge af covid-19)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í sambandi við dagføring av konkurslógini fyri Føroyar (Gjaldsteðgur og neyðskuldarsemja verða broytt til endurskipan, reglur um trotabúsbann verða settar inn í grannskoðaralógina)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini, Høvuðsbarnaverndarnevndini og Tvingsilsnevndini)
  • Formligur landsstýrisfundur 4. oktober 2022

    Hesi uppskot vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2022
  • Formligur landsstýrisfundur 30. september 2022

    Hesi uppskot vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2023
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti(Ásetingarlógin)(Broyttur skattastigi og øktur barnafrádráttur)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald(Meirvirðisgjaldslógin)(Leingjan av tíðarskeiðnum fyri endurrindan av meirvirðisgjaldi í sambandi við keyp av orkuvinarligum motorakførum)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum(Áseting og stigvís hækking av virðisgjaldinum á orkuvinarlig motorakfør)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Oljuískoyti til húski í 2022)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Broytingar í tøkugjaldinum)
  • Formligur landsstýrisfundur 16. august 2022

    Hesi uppskot vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum(Yvirtøka av farsóttarmálsøkinum)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í “anordning for Færøerne af lov om foranstaltninger mod smitsomme og andre overførbare sygdomme” (Myndugleikaflytingar vegna yvirtøku av farsóttarmálsøkinum)
  • Formligur landsstýrisfundur 3. august 2022

    Hesi uppskot vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2022 (oljukostnaður til skip og leingjan av royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð)
    • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til at byggja húsarhaldskúla í Klaksvík (Hækka studningslánið og áseta stuðul til innbúgv og útbúnað)
  • Formligur landsstýrisfundur 2. august 2022

    Hesi uppskot vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um heimild at taka ímóti peningaupphædd frá Novo Nordisk Fonden
  • Formligur landsstýrisfundur 2. mai 2022

    Hesi uppskot vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um heimild at fíggja Koltursætlanina
  • Formligur landsstýrisfundur 26. apríl 2022

    Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

    • Uppskot til løgtingslóg um at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð, umframt til goymslutorn og vegleiðing í H-bygninginum