Endamálið við Vakstrarforum var at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund. Vakstrarforum var tíðaravmarkað til hálvt annað ár –  frá februar 2021 til juni 2022. Stovnan av vakstrarforum var ásett í samgonguskjalinum.

Í Vakstrarforum sita fólk við servitan úr ymiskum vinnugreinum, arbeiðsmarknaði, gransking, íverksetan, orku, burðardygd og øðrum.

Vakstrarforum hevur havt fýra  fundir í 2022. Virksemið hevur tó ikki verið avmarkað til høvuðsfundirnar. Vakstrarforum setti arbeiðsbólkar at arbeiða málrættað og ítøkiliga við útnevndum vakstrarøkjum. Hesir hava síðani gjørt eina greining av møguleikum, avbjóðingum og uppskotum um, hvussu vakstrarøkið kann mennast. Hetta arbeiðið er síðani savnað í eina frágreiðing.

Løgmansskrivstovan og Umhvørvis- og vinnumálaráðið hava samskipað arbeiðið.

Nú Vakstrarforum er liðugt, hevur tað latið seks frágreiðingar úr hondum. Hesar snúgva seg um havið, KT, vinnuferðavinnu, maritimu veitaravinnuna, útbúgving og arbeiðsmarknað og einar grønari Føroyar. Frágreiðingarnar kunnu lesast niðanfyri.

Limir í Vakstrarforum
  • Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
  • Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
  • Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
  • Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
  • Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur og Bakkafrost
  • Marita Rasmussen, stjóri Havstovuni
  • Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands
  • Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum
  • Bartal Dulavík, sølu- og marknaðarstjóri í Hordafor
  • Rúnar Reistrup, íverkseti og stjóri í YunoJuno
  • Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum
  • Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og umboð fyri arbeiðstakarar