17.06.2021 · Løgmansskrivstovan

Møguleikar og avbjóðingar á breddanum

Møguleikar og avbjóðingar á breddanum

Føroyar hava nógvar styrkir, men eisini avbjóðingar. Hetta var ein av niðurstøðunum á triðja fundinum hjá Vakstrarforum.

Vakstrarforum hevur fingið uppgávuna at eyðmerkja vakstrarøki í Føroyum. Fyri at planleggja framtíðina er eisini neyðugt at gera sær eina yvirskipaða meting av styrkjum og veikleikum í samfelagnum í dag, vísti løgmaður á í sínari framløgu.

"Skulu vit tryggja okkum eina burðardygga framgongd, mugu vit av og á steðga á og taka eitt yvirskipað kjak um, hvussu tað stendur til í samfelagnum – hvat er gott, hvat er minni gott, hvat vit so skulu leggja størri dent á," segði løgmaður millum annað í framløguni.

Úrslitið av fundinum var kortini ítøkiligt. Vakstrarforum gjørdi av at arbeiða víðari við:

  1. Útbúgving og arbeiðsmegi
  2. Maritimum veitaravinnum
  3. Ferðavinnu

Í næstum verða arbeiðsbólkar settir, sum skulu at arbeiða víðari við hesum trimum vakstrarøkjum.

Frammanundan hevur Vakstrarforum raðfest havið og kunningar- og samskiftistøkni sum uppløgd vakstrarøki hjá føroyska samfelagnum.

Les meir um Vakstrarforum her.