14.09.2020 · Løgmansskrivstovan

Samgongan eitt ár: Móti nýggjum málum

Samgongan eitt ár: Móti nýggjum málum

Í dag er eitt ár síðan, at formenninir í Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum undirskrivaðu samgonguskjalið. Koronafarsóttin hevur fylt nógv tað fyrsta árið hjá samgonguni, men fleiri høvuðsmál eru longu avgreidd. Úr rúgvuni kunnu nevnast:

  • Fólkapensjónisturin fingið fleiri pengar, og tað loysir seg nógv betri hjá honum arbeiða

  • Ferð er sett á arbeiðið at seta viðgerðartrygdina í verk

  • Lógin um almannatrygd og tænastur samtykt

  • og fiskivinnan er aftur í tryggari legu

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ásannar, at fyrsta árið hjá samgonguni bæði hevur verið spennandi og avbjóðandi.

“Hetta hevur verið eitt sera hendingaríkt ár. Sjálvandi hevur støðan við korona ávirkað okkara fyrsta ár, men eg eri rættiliga nøgdur við, at vit longu hava avgreitt fleiri stór mál. Vit arbeiða framhaldandi við at røkka teimum málum, vit hava sett okkum fyri í samgonguskjalinum,” vísir løgmaður á.

Í farnu viku viðgjørdi landsstýrið nærri, hvørji mál verða sett út í kortið komandi tíðina. Millum málini, ið ætlanin er at raðfesta, eru:

  • At betra um bústaðarmøguleikarnir

  • At tryggja størri virðisøking úr okkara tilfeingi

  • At seta ferð a grøna orkuskiftið

  • At bøta um viðgerðartilboðini hjá diabetikarum saman við Novo Nordisk

  • At fáa betri handilssáttmálar í lag

  • Og at seta sálarheilsuna á breddan

Her ber til at síggja eitt yvirlit yvir fleiri hendingar hjá samgonguni farna árið.

Á landsstýriseminarinum í farnu viku settu løgmaður og landsstýrisfólkini í stuttum orð á fyrsta árið hjá samgonguni. Niðanfyri eru nakrar útsagnir settar saman á eitt mobilvideo.