Ein søguligur dagur í Stokkhólmi tann 31.oktober 2019, tá ið ein avtala millum Føroyar, Noreg, Ísland og Danmark verður undirskrivað. Avtalan hevur við sær, at Føroyar fáa tillutað 27.000 km2 av landgrunni.
Avtalurnar býta eitt 111.500 km2 stórt øki millum Noreg, Ísland og Føroyar. Ímeðan Ísland og Føroyar fáa tillutað umleið ein fjórðing av økinum hvør, fær Noreg tillutað umleið helmingin av økinum, hetta tí Noreg hevur rættindi til landgrunnin bæði frá norska meginlandinum og oynni Jan Mayen.
3. Styrkja samstarvið við Novo Nordisk Grunnin
3. Styrkja samstarvið við Novo Nordisk Grunnin
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er á fundi við umboð fyri Novo Nordisk Grunnin.
Á fundinum tosa Kaj Leo Holm Johannesen og umboðini fyri Novo Nordisk Grunnin um, hvussu eitt samstarv millum Novo Nordisk Grunnin og føroyskar myndugleikar skal skipast innan diabetesøkið.
4. november 2019
4. Bárður og Boris byggja brýr
4. Bárður og Boris byggja brýr
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Boris Johnson, bretskur forsætismálaráðharri, eru samdir um at styrkja samhandilin og samstarvið millum Føroyar og Bretland. Á fundi í Downing Street nummar 10 umrøða stjórnarleiðararnir í Føroyum og Bretlandi samstarvið landanna millum. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein føroyskur løgmaður er á fundi við ein bretskan forsætismálaráðharra í Downing Street.
Vís video
6. november 2019
5. Lættari hjá fyritíðarpensjonistum at flyta millum ríkispartarnar
5. Lættari hjá fyritíðarpensjonistum at flyta millum ríkispartarnar
Markaforðingarnar, sum hava forðað fyritíðarpensjonistum at flyta millum londini í ríkisfelagsskapinum, eru nú beindar av vegnum. Almannapensjónslógin er, saman við samsvarandi lógum í Danmark og Grønlandi, broytt soleiðis, at pensjónsskipanirnar samstarva, tá ið fyritíðarpensjonistar flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland.
Nú kunnu føroyskir fyritíðarpensjónistar við hægstu fyritíðarpensjón flyta sjálvvirkandi yvir til samsvarandi fyritíðarpensjón í Danmark ella Grønland. Føroyskir fyritíðarpensjónistar við lægstu ella miðal fyritíðarpensjón varðveita rættin til fyritíðarpensjón í upp til 12 mánaðir, tá flutt verður til Danmarkar ella Grønlands.
Eitt mál hjá samgonguni er at styrkia og menna yrkisútbúgvingarnar í Føroyum, og eisini vil samgongan betra um fíggjarligu viðurskiftini hjá lærlingum. Tí verður botnskatturin hjá lærlingum hækkaður. Hetta er bæði fyri at gera tað meira áhugavert at fara í læru, og eisini fyri at tað skal loysa seg betur hjá lærlingum at átaka sær úrtíðararbeiði í lærutíðini.
Flestu lærlingar fáa tann 1. januar 2020 umleið 1.650 kr. meira útgoldið um mánaðin.
13. desember 2019
7. Fólkapensjónsturin fær fleiri pengar - og tað loysir seg betri at arbeiða
7. Fólkapensjónsturin fær fleiri pengar - og tað loysir seg betri at arbeiða
Samgongan røkkur einum hjartamáli í strembanini at bøta um fíggjarligu korini hjá fólkapensjónistum. Lógaruppskotini, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, høvdu lagt fyri Løgtingið um at hækka pensjónirnar, eru nú samtykt, og allir fólkapensjónistar fara at fáa ein fíggjarliga lættari gerandisdag.
Eisini er lógin broytt soleiðis, at tað fer at loysa seg munandi betri hjá fólkapensjónistum at arbeiða. Ein fólkapensjónistur, sum arbeiðir, hevur higartil mist ein stóran part av pensjónini, men tað verður nú munandi lagaligari hjá fólkapensjónistum at arbeiða.
23. desember 2019
8. Fiskivinnan fær tryggar karmar
8. Fiskivinnan fær tryggar karmar
Samgongan setti sær fyri at menna eina fiskivinnunýskipan, sum skuldi elva til búskaparliga, vinnuliga, lívfrøðiliga og umhvørvisliga burðardygd, og sum hevur við sær mest møguliga virðisøking og menning í Føroyum.
Tann 23. desember samtykkir løgtingið nýggja løgtingslóg um sjófeingið, sum skuldi koma í gildi 1. januar 2020.
Høvuðsbroytingarnar eru, at brúksrættindi til fiskiloyvi eru longd úr 8 árum upp í 12 ár. Uppboðssølan verður strikað. Menningarkvoturnar kunnu leggjast um til longri loyvi, um hesar vóru virðisskapandi og burðardyggar. Ein skipan við vinnuligum royndum og royndarfiskiskapi verður ment, meðan fiskidagaskipanin heldur fram.
Við nýggju lógini um sjófeingi hevur samgongan givið vinnuni sterkar og tryggar karmar, og samstundis hevur samgongan tryggjað, at vinnan sleppur at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum. Við hesi skipanini kann vinnan skapa størsta møguliga virðisvøksturin, sum verður hóskandi býttur millum vinnugeira og landsbúskap.
Á fyrstu fíggjarlógini hjá samgonguni fáa eitt nú sjúkrahúsverkið og landsvegahaldið meira pengar. Eisini raðfestir landsstýrið børn og ung, sum hava avbjóðingar.
Á Grækarismessu fara Føroyar niður í ferð. Landsstýrið heitir á fólk um at vera meira heima – og minni úti. Tað er fyri at ansa eftir Føroyum, føroyingum og hvørjum øðrum.
Munagóð tiltøk verða sett í verk fyri at forða, at smittan breiðir seg her hjá okkum. Hetta byggir á meginregluna um, at tað er betur at vera fyrivarin enn eftirsnarin.
Skúlar og stovnar lata aftur, og vitjanir á sjúkrahúsum og ellis- og røktarheimum verða avmarkaðar. Starvsfólk verða biðin um at arbeiða heima, og mælt verður til, at í mesta lagi 100 fólk hittast innandura.
Lógin um almannatrygd og tænastur er fyri borgarar, ið av ymsum ávum hava tørv á sosialari hjálp í styttri ella longri tíðarskeið.
Nýggja almannalóggávan setir kós fyri eina av týðandi súlunum undir føroyska vælferðarsamfelagnum.
Endamálið við lógini er at virka sum niðasta fíggjarliga trygdarnet hjá fólki, sum ikki megna at uppihalda sær sjálvum og sínum. Samstundis er endamálið at skapa karmar fyri, at fólk, sum hava tørv á sosialum tænastum, í størst møguligan mun gerast sjálvhjálpin.
Í lógini verður ásett, at borgarin skal takast uppá ráð, fáa skjóta og góða ráðgeving og í heila tikið stuðlast, so hann kann liva eitt so vanligt lív sum gjørligt. Dentur verður lagdur á tann fyribyrgjandi táttin, og at veitingar og tænastur skulu virka og eggja til størri sjálvhjálpni.
Hetta er við støði í teimum brekpolitiskum meginreglum um samhaldsfesti, javnviðgerð, kompensatión, geiraábyrgd og í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
Lógin kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum. Hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi í einum framkomnum føroyskum samfelag.
Tann góða gongdin við korona í Føroyum hevur við sær, at Landsstýrið avger, at tann 15. juni verður latið upp fyri ferðafólki úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi. Ferðing úr restini av heiminum er enn avmarkað til føroyingar, sum koma heim, og fólk, ið hava arbeiðsørindi í Føroyum.
Landsstýrið mælir føroyingum til fyribils ikki at ferðast í onnur lond enn tey fimm londini, ið latið verður upp fyri tann 15. juni.
Ferðafólk, sum koma úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi skulu vísa váttan um negativa COVID 19 kanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo í Keypmannahavn. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu viðurskiftini millum londini og umrøddu, hvussu samstarvið millum USA og Føroyar kann styrkjast.
Semja var um at skipa ein samstarvskarm, sum eftir ætlan verður staðfestur í einum semjuskjali millum landsstýrið og amerikonsku stjórnina. Eisini ein føroysk sendistovu í Washington var til umrøðu.
Jenis av Rana hevði fund við Mike Pompeo saman við donsku og grønlendsku starvsbrøðrum sínum, Jeppe Kofod og Steen Lynge, í sambandi við, at amerikanski uttanríkisráðharrin vitjar í Keypmannahavn.
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Les meira um farspor