Vakstrarforum
Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir virðisøking í siðbundnu vinnunum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund. Vakstrarforum er tíðaravmarkað til hálvt annað ár – tað skal virka frá februar 2021 til juni 2022, tá ið ítøkilig uppskot um virðisøking skulu vera komin burturúr. Stovnan av vakstrarforum er ásett í samgonguskjalinum.
Ein samanumtakandi frágreiðing verður eftir ætlan liðug á sumri 2022. Vakstrarforum er samansett av fólkum við servitan úr ymiskum vinnugreinum, arbeiðsmarknaði, gransking, íverksetan, orku, burðardygd og øðrum.
Vakstrarforum eftir ætlan fýra fundir í 2021. Virksemið hjá Vakstrarforum er tó ikki avmarkað til høvuðsfundirnar. Vakstrarforum setir fokusbólkar at arbeiða málrættað og meira ítøkiliga við ávísum møguleikum, avbjóðingum ella uppskotum, sum eru komin fram í Vakstrraforum.
Vakstraforum hevði sín fyrsta fund 12. februar 2021. Á hesum fundi var høvuðsniðurstøðan um at viðgera nærri, hvussu enn størri virði kunnu gagnnýtast úr havinum á ein burðardyggan hátt, og hvussu hetta best gerst tættur í einum ringbúskapi.
Løgmansskrivstovan og Umhvørvis- og vinnumálaráðið samskipa arbeiðið.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur og Bakkafrost
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum
Bartal Dulavík, sølu- og marknaðarstjóri í Hordafor
Rúnar Reistrup, íverkseti og stjóri í YunoJuno
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og umboð fyri arbeiðstakarar