Arbeiðsbólkar undir Vakstrarforum

Tað eru seks arbeiðsbólkar undir Vakstrarforum. Sí arbeiðsbólkarnar og teirra arbeiðssetning niðanfyri.

Havbólkurin og KST bólkurin eru lidnir við teirra arbeiði.

Útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarbólkurin

Arbeiðssetningur

“Arbeiðsbólkurin fyri útbúgving og arbeiðsmarknað skal vísa á vakstrarmøguleikar innan umskipan og tillaging av útbúgving og arbeiðsmarknaði í Føroyum.

Útgangsstøðið er, at fólk kunnu síggjast sum altavgerandi tilfeingi í einum samfelag, og at útbúgvingarskipanin sostatt er ein lívsæðr hjá arbeiðsmarknaðinum. Samstundis má bólkurin eisini hyggja at møguleikum fyri atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin úr útlondum.

Við einum langtíðarsjónarhorni skal bólkurin vísa á førleikatørv og førleikagagn, sum kunnu væntast at vera avgerandi í framtíðar-Føroyum. Eisini skal bólkurin gera eitt strategiskt uppskot um, hvussu økið útbúgving og arbeiðsmarknaður kann umskipast sum frálíður fyri at varðveita burðardyggan vøkstur og menna eina burðardygga vælferð í samfelagnum.”

Fólk

  • Ingibjørg Berg (forkvinna)
  • Martin Zachariassen
  • Steinbjørn Hardlei
  • Kalpana Vijayavarathan
  • Jórun Gardar
  • Niclas Joensen
  • Magnus Tausen (skrivari)

Veitaravinnubólkurin

Arbeiðssetningur

“Bólkurin skal vísa á vakstrarmøguleikar í maritimu tænastu-vinnunum. Viðkomandi er bæði at lýsa verandi útflutning av vørum og tænastum, og ótroyttar møguleikar fyri øktari samvirkan í vinnuni. Hugsað verður m.a. um nýggj vinnuøki innan skipasmíð og grønar orkuútbyggingar, niðurtøku av gamlari tøkni, tænastur til ferðsluna í Norðuratlantshavi v.m. Yvirhøvur møguleikar, har førleikar í vinnuni og landafrøðiliga støða Føroya verða gagnnýtt til fulnar.”

Limir

  • Esther Dahl (forkvinna)
  • Suni Justinussen
  • Jens Meinhard Rasmussen
  • Gudny Langgaard
  • Mouritz Mohr
  • Bjarni Mortensen (skrivari)

Grøni bólkurin

Arbeiðssetningur

“Arbeiðsbólkurin fyri grøna skiftið skal vísa á mest uppløgdu mátarnar, Føroyar kunnu gerast grønari. Bólkurin skal hyggja at grøna skiftinum í breiðastu merking – tað vil siga innan orku, mat og onnur øki – umframt tey øki, sum Vakstrarforum longu hevur raðfest.

Bólkurin skal grundgeva, hvussu eitt grønt skifti kann vera virðisskapandi. Úrslitini hjá grøna bólkinum skulu kunna leggja lunnar undir eina nationala burðardygdarstrategi."

Limir

  • Hendrik Egholm (formaður)
  • Tordis Poulsen
  • Unn Laksá
  • Bogi Bech Jensen
  • Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen
  • Rógvi Olavson (skrivari)

Ferðavinnubólkurin

Arbeiðssetningur

“Arbeiðsbólkurin fyri ferðavinnu skal vísa á, hvussu Føroyar kunnu brúka ferðavinnu strategiskt fyri at fremja burðardyggan vøkstur. Bólkurin skal vísa á, hvussu fundir og ráðstevnur, kunnu gerast ein sterk súla undir ferðavinnuni fyri at tryggja henni búskaparliga burðardygd við høgtgjaldandi gestum.

Bólkurin skal eisini lýsa møguleikarnar fyri, hvussu fleiri ítróttar- og mentanartiltøk kunnu haldast í Føroyum. Sum liður í hesum skal bólkurin eisini lýsa, hvussu innlendis ferðavinna best kann skipast, og hvussu ferðavinna verður bæði samfelagsliga og umhvørvisliga burðardygg.”

Limir

  • Annleyg Lamhauge (forkvinna)
  • Jóhanna á Bergi
  • Jóan Pauli Helgason
  • Jóhannes Jensen
  • Henny á Líknargøtu
  • Petur Mittún
  • Gunvør Balle (skrivari)

KST bólkurin (kunningar- og samskiftistøkni)

Arbeiðssetningur

“KST-bólkurin skal vísa á burðardyggar vakstrarmøguleikar í KST fyri føroyska samfelagið við serligum denti á møguleikar fyri útflutningi í stórum virði (skalerbart) av KST-loysnum og tænastum.

Bólkurin skal eisini vísa á, hvørjir karmar eru fyritreyt fyri, at KST kann gerast eitt munandi íkast til føroyska samfelagið.

Bólkurin skal gera tilmæli um, hvat kann gerast skjótt, og hvat kann gerast sum frá líður fyri at skapa virðisvøkstur í KST-vinnuni.”

Limir

  • Leif Abrahamsen (formaður)
  • Jan Ziskasen
  • Ulla Joensen
  • Jákup Lamhauge
  • Annika Mittún
  • Oyvindur av Skarði (skrivari)

Havbólkurin

Arbeiðssetningur

“Havarbeiðsbólkurin skal vísa á, hvussu enn størri virði kunnu gagnnýtast úr havinum á ein burðardyggan hátt, og hvussu hetta best gerst táttur í einum ringbúskapi. Bólkurin skal eisini vísa á nýggj vakstrarøki, sum eru knýtt at havinum og eyðmerkja, hvørjir karmar eru fyritreyt fyri, at vøksturin á einstøku økjunum kann gerast veruleiki. Bólkurin skal gera tilmæli um, hvat kann gerast beinanvegin, og hvat kann gerast sum frá líður (longri sikt) fyri at skapa virðisvøkstur úr havinum.”

Limir

  • Niels Winther (formaður)
  • Janet Johannesen
  • Jákup Mørkøre
  • Unn Laksá
  • Leif av Reyni
  • Rógvi Olavson (skrivari)