Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund. Vakstrarforum er tíðaravmarkað til hálvt annað ár – tað skal virka frá februar 2021 til juni 2022, tá ið ítøkilig uppskot um virðisøking skulu vera komin burturúr. Stovnan av vakstrarforum er ásett í samgonguskjalinum.

Í Vakstrarforum sita fólk við servitan úr ymiskum vinnugreinum, arbeiðsmarknaði, gransking, íverksetan, orku, burðardygd og øðrum.

Vakstrarforum hevur eftir ætlan fýra  fundir í 2022. Virksemið er ikki avmarkað til høvuðsfundirnar. Vakstrarforum setir arbeiðsbólkar at arbeiða málrættað og ítøkiliga við útnevndum vakstrarøkjum. Hesir gera síðani eina greining av møguleikum, avbjóðingum og leggja fram uppskot um, hvussu vakstrarøkið kann mennast.

Løgmansskrivstovan og Umhvørvis- og vinnumálaráðið samskipa arbeiðið.

Higartil eru tríggjar frágreiðingar komnar burtur úr arbeiðnum. Hesar snúgva seg um havið, KT og vinnuferðavinnu og kunnu lesast niðanfyri.

Limir í Vakstrarforum
  • Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
  • Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
  • Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum
  • Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
  • Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur og Bakkafrost
  • Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum
  • Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands
  • Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum
  • Bartal Dulavík, sølu- og marknaðarstjóri í Hordafor
  • Rúnar Reistrup, íverkseti og stjóri í YunoJuno
  • Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum
  • Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og umboð fyri arbeiðstakarar