Føroya løgmaður
Bárður á Steig Nielsen
Bárður á Steig Nielsen varð valdur til løgmann 14. september 2019.
Sum løgmaður hevur hann ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting.
Løgmaður stjórnar starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfundar.
Royndir sum landsstýrismaður
Bárður á Steig Nielsen er føddur í Vestmanna tann 16.apríl 1972.
Hann er giftur Rakul Nielsen, fødd Lamhauge. Tey eiga fýra børn og búgva í Vestmanna.
Hann er útbúgvin grannskoðari, og hevur seinastu árini starvast sum fíggjarstjóri.
Bárður á Steig Nielsen var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2004 til 2007. Hann varð fyrstu ferð valdur á Løgting 30.apríl 2002.
Hann hevur verið formaður í Sambandsflokkinum síðan 2015.
Hann er sætti løgmaður hjá Sambandsflokkinum, síðani Heimastýrislógin varð sett í gildið í 1948.
Løgmaður hevur eftirlit
Á landsstýrisfundum verða m.a. øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og eykajáttanir framløgd, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið. Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.