Bygnaður

Løgmansskrivstovan er skipað í stjórnartænastu, lógatænastu, umsiting og ritaraeind. Arbeiðslagið á Løgmansskrivstovuni er skipað so, at flestu starvsfólk arbeiða í toymum uppá tvørs av nevndu eindum.

Ritaraeind

Ritaraeindin er forskrivstova løgmans og løgmansstjórans. Ritaraeindin hevur eisini um hendi innanhýsis samskipan, kunning, protokol og løgfrøðiliga ráðgeving.

Stjórnartænasta
Stjórnartænastan situr fyri samskipan og eftirliti løgmans. Stjórnartænastan umsitur landsstýrisfundir, løgmansfundir, stjóraráðsfundir og annað virksemi, ið hevur at gera við samskipan. Harumframt er ábyrgdarøkið at standa fyri tvørvegis verkætlanum millum stjórnarráðini. Stjórnartænastan hevur eisini ábyrgdina av HR- og starvsfólkamálum, telefonmóttøku og matstovu.

Umsiting
Umsitingin situr fyri bókhaldi, roknskapi, fíggjarstýring, journal/skráseting, umsiting av ognum í Tinganesi, KT og politiskari upplýsing.

Lógartænasta
Lógatænastan hevur fakligu ábyrgdina av løgmálum, sum fevnir um bæði lóggávu, sum er undir føroyskum málsræði, og so ríkislóggávu. Eisini hevur Lógartænastan hevur sáttmálar og setanarviðurskifti um hendið.