Bygnaður

Løgmansskrivstovan er skipað í ritaraeind, samskifti, serfrøðingar, umsiting, lógartænastu, HR/stjórnarskúla umframt eitt stjórnartænastutoymi.

Ritaraeindin
Ritaraeindin er forskrivstova løgmans og løgmansstjórans.

Samskifti
Kunningarráðgevi løgmans hevur um hendi samskifti við miðlar, kunning og røðuskriving.

Serfrøðingar
Umframt áðurnevnda hevur Løgmansskrivstovan fimm serligar ráðgevar, sum arbeiða við økjunum:

  • Búskapur
  • Innlendisviðurskifti
  • Løgfrøði og stýrisskipan
  • Uttanríkismál 

Umsiting, bygningar og tænasta
Umsitingin situr fyri bókhaldi, roknskapi, fíggjarstýring, journal/skráseting, KT, umsiting av ognum í Tinganesi, móttøku, matstovu og politiskari upplýsing.

Lógartænastan
Lógartænastan ráðgevur aðalráðum í lógartøkniligum spurningum. Lógartænastan eftirkannar eitt nú lógaruppskot, kunngerðir, rundskriv, leiðbeiningar o.a., sum aðalráðini senda lógartænastuni.

HR/stjórnarskúli 
HR-ráðgevin er staðsett á Løgmansskrivstovuni, men arbeiðir tvørtur um aðalráð og er ráðgevi í HR viðurskiftum, skipar fyri starvsfólkamenning, stjórnarskúla og hevur harumframt aðrar HR-uppgávur.

Stjórnartænastutoymi
Starvsfólk á Løgmansskrivstovuni loysa natúrliga uppgávur tvørtur um bygnaðin og eru tí - umframt bygnaðaryvirlitið omanfyri - eisini skipað í eitt stjórnartænastutoymi, ið tekur sær av skrivstovuhaldi hjá landsstýrinum og umsitur landsstýrisfundir, løgmansfundir, landsstýrisseminar og annað virksemi, ið hevur at gera við stjórnarsamskipan.