Dagfesting fyri nær yvirtøkur eru framdar

Nær eru yvirtøkur framdar

13. mai 1948: Tingssamtykt, løgtingstíðindi 1948 bls. 34:
1. Føroya egna stýrisskipan innanfyri avmarkanina i nýskipanini.
Harundir hoyrir - innanfyri nevndu avmarkan - ásetanir um løgtingið, lóg um val til tess, umsitingarvaldið, skapan, samtykkjan og staðfesting løgtingslóganna og kunngering teirra, setan av egnum tænastumonnum, avsetan teirra, tænastutreytir, lønir og eftirlønir teirra.
2. Kommunal má1.
Harundir hoyra stjórnan av kornmununum, eftirlit við teimum, kommunuskattur.
3. Byggingar og brunamál, ætlanir yvir býir, húsaspurningar, leiguspurningar, fólkayvirlit.
4. Apotek.
5. Arbeiðarar, arbeiðaraviðurskifti, lærudreingir, hjálparmenn, frítíð.
6. Beinleiðis og óbeinleiðis skattur.
Harundir hoyra eisini stempulgjøld, gjald av totalisatorspæli, gjald av serligum føroyskum happadrátti, meðan gjald fyri avgreiðslu, so sum skiftigjøld, rættarsportlar, tinglesingargjøld fara til tann, ið ber útreiðslurnar av ávarandi stovni.
7. Játtanarrætt og yvirhøvur rætt til at ráða yvir øllum egnum inntøkum. Skipan av roknskaparførslu, grannskoðan og decisión viðvikjandi egnum inntøkum og útreiðslum.
8. Góðkennan av havnagjøldum.
9. Skjalasøvn, bókasøvn, gripagoymslur.
Undantikið frá hesum verða skjøl ríkisins; fyrivarni verður tikið viðvikjandi skyldu til at lata prent til kgl. bókasavnið
10. Friðan av byggningum og nátturðufriðan.
11. Tryggjan av strond, kanalir, vatnorkustøðir, samferðslumál, harundir vegir, jarnbreyt, sporvegir, fergur, buss- og farmakoyring.
Motor- og ferðsluviðurskifti.
Telefonmál i Føroyum.
Elektrisk virki.
12. Landbúnaðarviðurskifti.
Harundir almenn búnaðarlóggáva, festi, leiga, sundurbýtan, útskifting, húsmannsbrùk, urtaalan, húsdjóraalan, urtagarðsbrúk, hjávinnur búnaðarins, jarðarbót, skógrøkt.
Djóralæknamál.
Fyriskiparnir móti skaðadjórum.
Húsdjór, valdgerð, djóravernd, hundslóg.
Jakt og friðan av djórum á territoriinum.
Fiskiskapur og friðan av fiski territoriinum.
Matrikulsmál.
13. Sjónleikar- og ljósmyndarloyvi, skemtunarmál. Innsavnan og burturlutan. Skipastrandgar og reki. Finningargóðs. Eitur, spreingievni, vápn.
14. Útgerðar, framleiðslu- og býtingarmál. Prisansan, hámarksprisir. Skamtanir, rabat- og studningsskipanir. Tantitiéme- og vinningarmark. Umfaran við vørum. Reglur um rúsdrekka. Reglur um afturlatingartíð. Matstovur og gistingarhús. Vinnumál Handils- og felagsskáseting. Skipaskráseting. Handilssemingsmenn, translatørar, dispachørar, vegarar, mátarar. Grannskoðarar. Goymsluhus. Kommissión, agentur, handilsferðamenn. Agentur fyri útlendsk handilsfeløg. Bókførsla. Kreditfeløg o. l., tryggingarfeløg í Føroyum.
15. Yvirformyndarastova i Føroyum. Tinglesing. Ferðamannaviðurskifti. Ekspropriatión til serlig endamál. Ásetanir um framleiðlslu av prenti. Serstakar ásetanir um serliga tíðarrokning. Val av almennum álitismonnum. Eins rættindi fyri menn og kvinnur.
Harumframt: Fólkaháskúlan. Navigatiónsskúlan.

15. desember 1948: Tingssamtykt, løgtingstíðindi 1948 bls. 144, eftirlit við inn- og útfluttningi.

26. oktober 1956: Kunngerð nr. 37 frá 26. oktober 1956 um yvirtøku av jarðar­grunn­inum og kongsjørðini sambært løgtingssamtykt 14. mars 1956, sí tingtíðindi 1955 bls. 119.

1. apríl 1976: Postmál í Føroyum, løgtingslóg nr. 17 frá 31. mars 1976 um Postverk Føroya sí tingtíðindi 1975 bls. 322,

1. apríl 1980: Lógskyldug vanlukkutrygging, sí kunngerð nr. 32 frá 28. mars 1980.

4. mai 1990: Navnalóggávan sí tingsamtykt 4. mai 1990 í tingtíðindum 1989 bls. 645.

22. december 1992: Ráevni í undirgrundini, sí kunngerð nr. 96 frá 13. mai 1993 um yvirtøku av ráevnunum í undirgrundini, sí tingtíðindi 1992 bls. 519.

1. januar 1997: Ikki yvirtikni parturin av málsøkinum Telegraf- og Telefonmál í Føroyum, tó soleiðis at Telegraf- og Telefonmál millum Føroyar og umheimin verður verandi felagsmál, sí løgtingslóg nr. 41 frá 17.04.1997 um yvirtøku av parti av telegraf- og telefonmálum.

17. mai 1997: Seinasti parturin av málsøkinum Telegraf- og Telefonmál í Føroyum, sum nevnt á lista A, pkt. 12, soleiðis at eisini telegraf- og telefonmál millum Føroyar og umheimin verður føroyskt málsøki sí løgtingslóg nr. 58 frá 13. mai 1997 um yvirtøku av málsøkinum telegraf- og telefonmál.

11. oktober 2001: Havnir, havumhvørvi, skúlamál og almenn forsorg, sí løgtingslóg nr. 130 frá 8. oktober 2001 um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin)

1. januar 2002: Løgtingslóg nr. 166 frá 21. desember 2001 um at taka yvir málsøkið trygd á sjónum

10. mai 2006: Við løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum eru øll málsøki uttan tey sum nevnd eru yvirtøkulógini § 1 stk. 2 og ræðislógini § 1 stk. 2 yvirtikin, eitt nú
- fjølmiðlaábyrgd,
- radio á heimastýrislógarinnar lista B,
- sjónvarpseygleiðing,
- lóggávan kring uppboðssøluhaldarar,
- lóggávan kring vaktarvirksemi,
- lóggávan kring løgfrøðiliga hjálp, innheintingar og detektivvirksemi.
- lóggávan kring tað at leggja niður kaðalar og rør á føroyskum umveldi.

1. januar 2007: Løgtingslóg nr. 105 frá 12. desember 2006 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum. (Yvirtøka av málsøkinum tilbúgving)

29. juli 2007: Løgtingslóg nr. 62 frá 7. juni 2007 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)

1. januar 2008: Løgtingslóg nr. 93 frá 22.10.2007 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum(Yvirtøka av málsøkjunum vinnufeløg, grunnar og feløg og ársroknskaparlóggávu.

29. juli 2008: Løgtingslóg nr. 35 frá 19. mai 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum halgidagslóggáva)

29. juli 2008: Løgtingslóg nr. 54 frá 7. juni 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum mát og vekt)

1. apríl 2009: Løgtingslóg nr. 53 frá 7. juni 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum Veðurtænasta)

1. januar 2010: Løgtingslóg nr. 53 frá 11. mai 2009 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum fíggjarrættur (formueret)

1. januar 2010: Løgtingslóg nr. 54 frá 11. mai 2009 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum upphavsrættur)

1. mars 2010: Løgtingslóg nr. 7 frá 17. februar 2010 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum revsirættur)

1. august 2011: Løgtingslóg nr. 55 frá 26. mai 2011 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki)

29. juli 2018: Løgtingslóg nr. 69 frá 29. mai 2017 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti)

1. apríl 2019: (1. januar 2020): Løgtingslóg nr. 151 frá 12. desember 2018 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

1. januar 2024: Løgtingslóg nr. 39 frá 29. mars 2023 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av farsóttarmálsøkinum)

1. juni 2024: Løgtingslóg nr. 60 frá 22. mai 2023 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum sjóuppmerking og vitaverk)