Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini

Løgmansskrivstovan útgav í 2014 tvey hefti um verkætlanarleiðslu í landsfyrisitingini.

1. Innleiðsla til verkætlanarleiðslu og ráð til ovastu leiðslu

Inniheldur viðkomandi tilfar um týdningarmikil hugtøk í verkætlanararbeiði.

Eisini verða ráð givin til ovastu leiðsluna um, hvat leiðslur skal hava í huga og leggja dent í verkætlanarleiðslu.

At enda í heftinum verður víst á týdningin av at laga umhvørvið til verkætlanararbeiðið.

2. Leistur og vegleiðing

Vegleiðing til teirra, ið skulu leiða verkætlanir í landsfyrisitingini.

Talan er um ein projektleiðslufrymil ella ein leist til landsfyrisitingina.

Leisturin er ein stigvís mannagongd, ið vísir teinarnar í verkætlanum og uppgávurnar hjá eigara og verkætlanarleiðara.

Leisturin lýsir ikki til fulnar tey amboð, ið verkætlanarleiðarar kunnu hava brúk fyri.

Tað hevði verið ov víðfevnt, men týdningamestu amboðini og viðurskiftini eru lýst.

Leisturin vísir høvuðsteinarnar, ið allar verkætlanir fara ígjøgnum, og hvørjar uppgávurnar eru hjá verkætlanareigara og leiðara.