Tilfar um Norðurbryggjuna

undefined

Gamla pakkhúsið í Keypmannahavn, sum Føroyar, Ísland, Grønland og Danmark eiga í felag, varð formliga tikið í nýtslu hósdagin 27. november 2003.

undefined

Norðurbryggjan er pakkhús bygt í 1767, sum hevur verið nýtt í sambandi við handilin við londini í útnorðri – Føroyar, Ísland og Grønland. Tað var t.d. her, skip til og úr Føroyum løgdu at við farmi og ferðafólki heilt upp til fyrst í seinastu øld. Kongaligi grønlendski handilin flutti, sum tað seinasta av londunum, virksemi sítt til Aalborg seint í 1970-árunum. Samlaða fermetratalið í Norðurbryggjuni er um 6700 og skal hýsa virksemi innan fyrisiting, mentan og vinnu. Her húsast sendistovur Føroya, Grønlands og Íslands. Eisini eru stór felagsøki til mentanartiltøk, fundir og framsýningar. Í húsinum er stór matstova, veitsluhøli og móttøka við kunningarvirksemi um húsið og londini í útnorðri.

 

undefined

Føroyar hava 4. hædd, sum er til samans um 1000 fermetrar. Umframt sendistovu Føroya fer Ferðaráðið at húsast her.

Nakað verður leigað út til millumlanda samstarvsstovnar sum Northern Periphery Programme og Arctic Council Indigenous Peoples’ Secretariat.

 

 

undefined

Føroysk virkir og stovnar hava eisini møguleika at gerast partur av umhvørvinum.

Til tess at flest møgulig skulu hava hesa atgongd og fyri at tryggja eitt livandi umhvørvi er gjørd haldaraskipan.

Meira um haldaraskipan

 

 

undefined

Norðurbryggjan fer at vera eitt vørutekin fyri londini í útnorðri. Eitt stað, har nógv fólk fara at koma í ørindum, at fregnast og at njóta økið. Tey, ið leiga og halda til her, verða partar av einum umhvørvi, ið gevur trivna, og sum óivað verður til stórt gagn fyri londini.

 

 

 

undefined

 

 

Ein nærum fýra metra høg súla av føroyskum stabbagróti úr Froðba er reist uttan fyri høvuðsinngongdina.