Samstarvsrikin innovatión

Innovatión er ein partur av arbeiðinum í landsfyrisitingini. Hetta vísir millum annað ein kanning av almennari innovatión í Føroyum, sum staðfestir, at 91% av organisatiónunum undir landsfyrisitingini hava framt innovatión árini 2011-2016.

Søgur savnaðar

Á vári 2017 varð ein bóklingur gjørdur, sum hevði til endamáls at varpa ljós á  innovatión í almenna geiranum í Føroyum. Í hesum sambandi vórðu innovatións søgur frá borgarum, stovnum og ráðum savnaðar saman, og  nakrar teirra hava fingið rúm í hesum bóklingi. Ætlanin var at vísa á fjølbroytni í almennari innovatión í Føroyum og leggja upp til kjak um, hvussu vit, tvørtur um geirar, stovnar og ráð, kunnu fremja samstarvsrikna  innovatión.

Lesið bóklingin, sum Bára Akselsdóttir Haraldsen og Jóna Dalsgarð, starvslesandi, gjørdu, her