Yvirtaka málsøkini sjóuppmerking og vitaverk

Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum sjóuppmerking og vitaverk)
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er formliga at yvirtaka málsøkini sjóuppmerking og vitaverk sum føroyskt sermál. Við uppskotinum yvirtaka føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið, útinnandi valdið og fíggjarligu ábyrgdina á málsøkjunum.

Yvirtøkan fevnir um 26 vitar, sum verða riknir frá gomlu Loranstøðini á Eiði, sum eisini er fevnd av yvirtøkuni. Yvirtøkan fevnir harafturat um onnur sjómerki (í løtuni tvey flótandi sjómerki), starvsfólk, alla rakstrarútgerð, sum knýtt er at vitunum, og rakstrarútgerð í DGPS-støðini á Bøllureyni. Føroyskir myndugleikar yvirtaka eisini ábyrgdina av avtalum og samstarvið, sum Søfartsstyrelsen hevur við m.a. Arktisk Kommando, MRCC og Landsverk.

Ummælisfreistin er farin
26.02.2019
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Yvirtøka
Slag
Lóg
Dagfesting
20.02.2019
Samband
sjr@lms.fo
Málsviðgjørt
Løgmansskrivstovan
Tak niður
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Reglur um sjóuppmerking v.m.).pdf Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av sjóuppmerking og vitaverki).pdf Fylgiskjal 1 Javntekstur.pdf Fylgiskjal 2. Søfartsstyrelsens notat af 8. juni 2018 om spørgsmål i forbindelse med eventuel færøsk overtagelse af sagsområder på Søfartsstyrelsens område.pdf Fylgiskjal 3. Søfartsstyrelsens notat af 8. juni 2018 om i samt movertagelse af sagsområde.pdf