Vápnalógin verður broytt

Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.
Frágreiðing

Við uppskotinum verða gjørdar broytingar, soleiðis at heimildin at krevja útflutningsloyvi, tá vápn fevnd av vápnalógini verða flutt úr Føroyum, gerst greið. Broytingin er m.a. ein fortreyt fyri, at tað kunnu ásetast reglur í kunngerð um sokallað vápnapass, sum lætta um hjá teimum, sum ferðast úr Føroyum við vápnum til kappingar o.a. Samstundis verður lagt upp til, at landsstýrismaðurin fær heimild at áseta nærri reglur um beinleiðis atgongd vápnaskránna.

Uppskotið er sent beinleiðis til:

Bóndafelag Føroya
Búnaðarstovuna
Dátueftirlitið
Djóralæknastovuna
Djóralæknatænastuna
Fróðskaparsetur Føroya
Føroya Kærustovnur
Føroya Landfúti
Føroya Politistafelag
Havbúnaðarfelagið
ÍSF
P/F Jógvan Weihe
Kommunufelagið
MBM
Sands Skjótifelag
Skjótisambandi Føroya
Sunda Byrsufelag
Taks
Trygd
Betri Trygging
Veiðifelagið Byrsumúli
Veiðufelag Føroya
Vestmanna Byrsufelag
Vinnuhúsið
Umhvørvisstovan
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Fiskimálaráðið
Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Fíggjarmálaráðið
Almannamálaráðið
Heilsumálaráðið

Ummælisfreist
28.02.2020
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Vápnaøkið
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
29.01.2020
Samband
katrinth@tinganes.fo
Málsviðgjørt
KTH
Tak niður
Broyting Í Vápnalógini Javntekstur