Uppskot til løgtingslóg um Tignarmerki Føroya

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um Tignarmerki Føroya
Frágreiðing

Løgmansskrivstovan sendir við hesum uppskot til løgtingslóg um Tignarmerki Føroya til ummælis.

Løgtingið samtykti 28. apríl 2022 at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um eitt føroyskt heiðurstekin, sum kann latast persónum fyri merkisvert arbeiði ella gerning, ið gagnar landi og fólki og tænir Føroyum.

Við støði í løgtingssamtyktini varð ein nevnd sett at gera uppskot um eina føroyska heiðursteknaskipan. Nevndin handaði løgmanni álitið Álit um føroyskt heiðurstekin á flaggdegnum 25. apríl 2026.

Við lógaruppskotinum verður mælt til at seta á stovn eina føroyska heiðursteknaskipan við heitinum Tignarmerki Føroya.

Endamálið er at geva landinum møguleika at heiðra persónar fyri fyrimyndarlig, merkisverd og serstøk avrik, ið gagna landi og fólki og tæna Føroyum ella umheiminum.

Møguligar viðmerkingar verða at senda lms@lms.fo

Ummælisfreist
20.10.2026
Ráð
Løgmansskrivstovan
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
22.09.2026
Samband
lms@lms.fo
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Tignarmerki Føroya Álit Um Føroyskt Heidurstekin 25. April 2026