Uppskot til kunngerð um logning

Heiti
Bekendtgørelse for Færøerne om generel og udifferentieret registrering og opbevaring af oplysninger om en slutbrugers adgang til internettet
Frágreiðing

Í § 818, stk. 5, í rættargangslógini er ásett, at veitarar av fjarskiftisneti og fjarskiftistænastum kunnu verða álagdir at skráseta og goyma fjarskiftisupplýsingar í eitt ár, so at hesar upplýsingar kunnu brúkast í sambandi við at revsiverd viðurskifti verða kannað og rættarsøkt. Ásett er, at danski løgmálaráðharrin eftir samráðingar við Føroya landsstýri kann áseta nærri reglur um skráseting og goymslu av fjarskiftisupplýsingunum. 

Við hesum verður uppskot til kunngerð um at skráseta og goyma ávísar fjarskiftisupplýsingar sent í almenna hoyring. 

Við at seta í gildi fyri Føroyar hesa kunngerð, verða fjarskiftisfyritøkur í Føroyum álagdar at goyma fjarskiftisupplýsingar í eitt ár. Endamálið við hesum er at geva løgregluni eitt eftirkanningaramboð, sum er av avgerandi týdningi fyri at kanna og rættarsøkja talgild lógarbrot.  

Møgulig ummæli skulu sendast beinleiðis til danska løgmálaráðið til nordatlantkontoret@jm.dk og trcs@jm.dk , og cc. til lms@lms.fo. Vísast skal til málsnr. hjá danska løgmálaráðnum 2022-02757.

Ummælisfreist
21.08.2026
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Løgregla
Slag
Bekendtgørelse
Dagfesting
16.06.2026
Málsviðgjørt
MV
Tak niður
Udkast Bekendtgørelse For Færøerne Om Generel Og Udifferentieret Registrering Og Opbevaring Af Oplysninger Om En Slutbrugers Adgang Til Internettet Høringsbrev