Ríkislógartilmæli um at seta PET-lógina í gildi fyri Føroyar

Heiti
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET)
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er at fáa eina nýggja og tíðarhóskandi lóggávu um virksemið hjá PET í Føroyum og at innføra eitt serstakt eftirlit við tænastuni fyri at styrkja um eftirlitið við viðgerðini hjá PET av upplýsingun um bæði likamligar og løgfrøðiligar persónar.
 
PET-lógin skal tryggja, at PET ikki uttan at hava viðkomandi og sakliga orsøk til tess, savnar,  skrásetir ella á annan hátt viðger upplýsingar um borgararnir, heruppií teirra luttøku í politiskum virksemi, og at lógin á hendan hátt skal verja rættartrygdina hjá teimum persónum, sum koma undir kanning o.a. hjá PET.

Herumframt skal lógin tryggja, at tað er tann í einum demokratiskum samfelagi neyðugi opinleikin um og eftirlit við virkseminum hjá tænastuni og tær treytir, sum hon virkar undir, m.a. ta vanligu lutfalsmeginregluna.

Uppgávurnar hjá PET í Føroyum fara eftir at lógin er sett í gildi framhaldandi í høvuðsheitum at samsvara við tær uppgávur, sum PET frammanundan røkir.

Fylgiskjølini

Fylgiskjal 1: Resumé hjá Løgmálaráðnum. Hjáheft sum PDF-skjal.

Fylgiskjal 2: Forslag til lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET) 2012/I LSF 161.

Fylgiskjal 3: Betænkning fra Udvalget vedrørende Efterretningstjenesterne af 24. februar 2012, nr. 1529/2012 om PET og FE. Hjáheft sum PDF-skjal.

Ummælisfreistin er farin
27.05.2019
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Politi
Slag
Ríkislógartilmæli
Dagfesting
15.04.2019
Samband
nellaf@tinganes.fo
Málsviðgjørt
NF
Tak niður
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET).pdf Betænkning nr. 1529.2012 um PET og FE.pdf Fylgiskjal 1. Resumé frá Løgmálaráðnum (PET-loven for Færøerne).pdf