Løgtingslóg um Føroya Kærustovn

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn
Frágreiðing

Broytingarnar í stuttum

  • Skotið verður upp at taka av 8 kærunevndir og 3 avgerðarnevndir, sum Kærustovnurin er skrivstova fyri, og flyta heimildirnar, sum tær hava, til Kærustovnin, sum framyvir fer at virka sum sjálvstøðugur myndugleiki. Hetta verður gjørt í stigum yvir tvey ár, soleiðis at fyrstu kærunevndirnar verða tiknar av 1. janaur 2022 og seinasta nevndin verður tiknin av 1. januar 2024.

  • Skotið verður upp at flyta skrivstovuvirksemið hjá Fjølmiðlanevndini av Kærustovninum, og at finna eina aðra skipan fyri hesa nevnd.

  • Fyrimunirnir við at Kærustovnurin gerst sjálvstøðugur myndugleiki er, at málini ikki noyðast at bíða eftir nevndarfundi fyri at verða avgreidd. Undir fyrireikingini av málunum kann Kærustovnurin inndraga neyðuga serkunnleikan, so at hetta er ein partur av grundarlagnum fyri at taka avgerðina.

  • Hetta er ein meira liðilig skipan, sum kann tillagast nýggjan tørv. Nýggj málsøki kunnu lættliga leggjast til Kærustovnin, soleiðis at Kærustovnurin sum sjálvstøðugur myndugleiki tekur avgerðina, uttan at neyðugt er at leggja málsøki afturat eini verandi kærunevnd ella stovna nýggja kærunevnd.

  • Skotið  verður eisini upp at føra fyrimunirnar við tí kollegialu skipanini, sum er við verandi kærunevndarskipan, víðari og styrkja hesa. Tað kann gerast við eini skipan, har tað eru tríggir løgfrøðingar, onkuntíð fimm, sum taka avgerð vegna Kærustovnin. Á tann hátt verður forðað fyri, at einstakir løgfrøðingar í veruleikanum sita við allari ábyrgdini, eins og avgerðir ikki verða so litaðar av áskoðanum hjá einum einstøkum løgfrøðingi. Umframt hetta eigur serfrøðiliga luttøkan eisini at halda fram, har læknar, sálarfrøðingar, verkfrøðingar o.s.fr. alt eftir tørvi verða drigin inn í málsviðgerðina ella eru við at taka sjálva avgerðina.

Uppskotið er sent beinleiðis til:

  • Almannamálaráðið
  • Heilsumálaráðið
  • Uttanríkis- og mentamálaráðið
  • Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Fíggjarmálaráðið
  • Fiskivinnumálið
  • TAKS
  • Akstovan
  • Landsverk
  • Umhvørvisstovan
  • Arbeiðs- og brunaeftirlitið
  • Heilsufrøðiliga starvsstovan
  • Vinnustovnurin
  • ALS
  • Studni
  • Almannaverkið
  • Familjufyrisitingin
  • Landssjúkrahúsið
  • Heilsutrygd
  • Barnaverndarstovan
  • Dátueftirlitið
  • Fróðskaparsetur Føroya
  • Føroya Kommunufelag
  • Advokatfelag Føroya
  • BLF
  • MEGD
  • Vinnuhúsið
  • Felagið Miðlafólk
Ummælisfreist
03.05.2021
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Fyrisiting
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
23.03.2021
Samband
nellaf@tinganes.fo
Málsviðgjørt
NF
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Føroya Kærustovn Álit Um Føroya Kærustovn (1)