Løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er:

  • at tryggja at tann, sum eigur fastogn í Føroyum hevur tilknýti til Føroyar,
  • at tryggja at talið av útlendingum, sum eiga fastogn í ávísum økjum í Føroyum ikki verður ov høgt, og
  • at uppskotið ikki setur óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum.

Loyvisskipan:

Øll, sum búgva fast í Føroyum – uttan mun til tjóðskap – kunnu keypa fastogn uttan at søkja loyvi áðrenn. Persónar, sum ikki aktuelt búgva í Føroyum, men sum hava búð í Føroyum í samanlagt 5 ár, kunnu eisini keypa fastogn uttan at søkja loyvi.

Persónar, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, og sum heldur ikki hava búð í Føroyum í samanlagt 5 ár, skulu søkja landsstýrismannin um loyvi at keypa fastogn í Føroyum. Somuleiðis skulu feløg o.o., sum ikki hava heimstað í Føroyum søkja um loyvi, áðrenn fastogn verður keypt.

Um loyvi skal gevast persóni, sum ikki hevur fastan bústað í Føroyum, og sum heldur ikki hevur búð í Føroyum í samanlagt 5 ár, er ein ítøkilig avgerð í hvørjum einstøkum føri.

Uppskotið er sent beinleiðis til:

  • Almannamálaráðið
  • Heilsumálaráðið
  • Uttanríkis- og mentamálaráðið
  • Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Fíggjarmálaráðið
  • Fiskivinnumálið
  • Tinglýsingin
  • Útlendingastovan
  • TAKS
  • Brúkaraumboðið
  • Skráseting Føroya
  • Dátueftirlitið
  • Fróðskaparsetur Føroya
  • Vinnuhúsið
  • Føroya rættur
  • Føroya Kommunufelag
  • Advokatfelag Føroya
  • BLF
  • Skyn
  • Betri Heim
  • Meklarin
  • MEGD
  • Útoyggjafelagið
  • Bústaðir
Ummælisfreist
23.04.2021
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Fíggjarrættur
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
23.03.2021
Samband
nellaf@tinganes.fo
Málsviðgjørt
NF
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um At Keypa Fastogn Í Føroyum