Lógin um Folketingets Ombudsmand verður broytt

Heiti
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om Folketingets Ombudsmand
Frágreiðing

Hjáheft verður sent tykkum til ummælis Udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om Folketingets Ombudsmand.

Hjáheft eru tvey skjøl við lógarteksti:

1. Skjalið sum eitur Udkast til ændringsanordning (Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af lov om Folketingets Ombudsmand.) er broytingaruppskotið til galdandi lóg um Folketingets ombudsmand, og tað er hetta uppskotið, sum Løgtingið fer at viðgera og taka støðu til.

2. Skjalið sum eitur udkast til anordningsbekendtgørelse (Bekendtgørelse af anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af lov om Folketingets Ombudsmand) er ein samanskriving av galdandi lóg um Folketingets ombudsmand og uppskotnu broytingunum. Tað vil siga, at verður broytingin samtykt, verður lóg um Folketingets ombudsmand soleiðis, sum ásett í hesum skjalinum. Hetta bekendtgørelse verður kunngjørt í Kunngerðarblaðnum, tá ið lógarbroytingin er samtykt og kunngjørd.

Vit hava avtalað við Justitsministeriet, at Løgmansskrivstovan sendir uppskotið víðari til viðkomandi føroyskar partar, sum ikki eru á hoyringslistanum hjá Justitsministerinum.

Um tit hava viðmerkingar til lógaruppskotið, skal ummæli – orðað á donskum - sendast beinleiðis til nordatlantkontoret@jm.dk og aahs@jm.dk við cc til nellaf@tinganes.fo

Ummælisfreistin er farin
15.12.2021
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Fyrisiting
Slag
Anordning
Dagfesting
19.11.2021
Samband
nellaf@tinganes.fo
Málsviðgjørt
NF
Tak niður
Udkast Til Ændringsanordning (Færøerne) Udkast Til Anordningsbekendtgørelse Færøerne (Ombudsmandsloven) Resumé