Konkurslógin verður broytt

Heiti
Uppskot til anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse ændringer af konkursloven
Frágreiðing

Hjáheft verður sent tykkum til ummælis Udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse ændringer af konkursloven.

Frágreiðing um hjáheft skjøl:

  1. Skjalið sum eitur Uppskot til ændringsanordning (Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af konkursloven m.v.) er broytingaruppskotið til galdandi konkurslóg, og tað er hetta uppskotið, sum Løgtingið fer at viðgera og taka støðu til.

  2. Skjalið sum eitur Uppskot til anordningsbekendtgørelse (Bekendtgørelse af anordning om ikrafttrædelse for Færøerne af konkursloven) er ein samanskriving av galdandi konkurslóg og uppskotnu broytingunum. Tað vil siga, at verður broytingin samtykt, verður konkurslógin soleiðis, sum ásett í hesum skjalinum. Hetta bekendtgørelse verður kunngjørt í Kunngerðarblaðnum, tá ið lógarbroytingin er samtykt og kunngjørd.

Konkurslóggávan er felagsmál. Eftir áheitan frá landsstýrinum hevur Justitsministeriet gjørt lógaruppskotið, sum nú verður sent til almenna hoyring. Vit hava avtalað við Justitsministeriet, at Løgmansskrivstovan sendir uppskotið víðari til viðkomandi føroyskar partar, sum ikki eru á hoyringslistanum hjá Justitsministerinum.

Freistin at senda ummæli er fríggjadagin 5. juli.

Um tit hava viðmerkingar til lógaruppskotið, skal ummæli – orðað á donskum - sendast beinleiðis til nordatlantkontoret@jm.dk og jcgm@jm.dk við cc til nellaf@tinganes.fo

Broytingin í stuttum

Reglur um rekonstruktión - endurreising - verða settar inn í lógina:

Endamálið við endurreising er saman við skiftirættinum og kreditorunum at fáa búskapin í einum kreppuraktum felagið aftur á beint. Endamálið er at eindurreisa felagið, so tað aftur verður solvent. Um tað ikki eydnast, verður felagið tikið undir trotabúsviðgerð.

Reglur um konkurskarantænu ­- trotabúsbann - verða settar inn í lógina:

Trotabúsbann er bann fyri at vera í leiðsluni í einum felagið við avmarkaðari ábyrgd, tvs. einum smápartafelagi ella einum partafelagi. Trotabúsbann kann verða álagt persónum, sum hava ført groft skilaleysa virkisleiðsu. Gildistíðin fyri eitt trotabúsbann er sum byrjan 3 ár.

Uppskotið er sent beinleiðis til:

  • Almannamálaráðið
  • Heilsumálaráðið
  • Uttanríkis- og mentamálaráðið
  • Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Fíggjarmálaráðið
  • Fiskivinnumálaráðið
  • TAKS
  • Gjaldstovan
  • Vinnustovnurin
  • Landsverk
  • Dátueftirlitið
  • Føroya Kærustovnur
  • Fróðskaparsetur Føroya
  • Vinnuhúsið
  • Kommunufelagið
  • Brúkaraumboðið
  • Búnaðarstovan
  • Føroya Arbeiðarafelag
  • Føroya Arbeiðsgevarafelag
  • Føroya Fiskimannafelag/Fiskimannafelagið
  • Føroya Handverkarafelag
  • Føroya Handverksmeistarafelag
  • Føroysk Miðlafólk
  • Føroya Prentarafelag
  • Føroya Prentsmiðjufelag
  • Føroya Ráfiskaseljarafelag
  • Føroya Ráfiskakeyparafelag
  • Føroya Reiðarafelag/Reiðarafelagið
  • Føroyskir peningastovnar
  • Handilsvinnufelagið
  • Havnar Arbeiðskvinnufelag
  • Havnar Arbeiðsmannafelag
  • Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
  • Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
  • Kommunala arbeiðsgevarafelagið
  • Landsfelag Handverkaranna
  • Meginfelag Útróðrarmanna
  • Ráðgevarafelagið
  • Reiðarafelagið fyri Handilsskip
  • Starvsfelagið
  • Yrkisfelagið Trygdin
Ummælisfreist
05.07.2021
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Fíggjarrættur
Slag
Anordning
Dagfesting
07.06.2021
Samband
nordatlantkontoret@jm.dk og jcgm@jm.dk við cc til nellaf@tinganes.fo
Tak niður
Uppskot Til Ændringsanordning Uppskot Til Anordningsbekendtgørelse Ummælisbræv (Føroya Landsstýri) Ummælislisti (1)