Kapittul 24 í revislógini um kynslig brotsverk verður dagførdur

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørrelse om straffeloven (Revsilógin) (Samtykkigrundað neyðtøka, herðing av revsing fyri neyðtøku og fyri samlegu við barn undir 15 ár, tá ið gerningsmaðurin hevur gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág, herðing av revsing fyri blúnisbrot og forboð til dømd fyri ávís kynslig brotsverk)
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at dagføra kapittul 24 í revsilógini um kynslig brotsverk, soleiðis at herðingarnar og broytingarnar á hesum øki, sum eru gjørdar í Danmark seinastu árini, eisini verða settar inn í føroysku revsilógina.

Hesar broytingar verða gjørdar:

1. Samtykkigrundað neyðtøka. Tað verður staðfest, at samlega við ein persón, sum ikki samtykkir til tað, er neyðtøka.

2. Herðing av revsing fyri neyðtøku. Hetta er tann ásetingin, sum vit sambært dóm í Føroya rætti og Landsrætti mangla. Revsing hækkast við 1 ári í mun til galdandi revsing.

3. Herðing av revsing fyri samlegu við barn undir 15 ár, tá ið gerningsmaðurin hevur gjørt sær dælt av síni kropsligu ella sálarligu yvirvág. Hetta er tann ásetingin, sum vi mangla sambært dóm. Revsing hækkast við 1 ári í mun til galdandi revsing.

4. Herðing av revsing fyri blúnisbrot. Sektarrevsing tvífaldast.

5. Forboð til dømd fyri ávís kynslig brotsverk.

Uppskotið er sent beinleiðis til ummælis hjá hesum pørtum:

  • Føroya Rætti
  • Føroya Landfúta
  • Kriminalforsorgini
  • Fróðskaparsetri Føroya
  • Føroya  Advokatfelag
  • Uttanríkis- og mentamálaráðnum
  • Almannamálaráðnum
  • Heilsumálaráðnum
  • Almannaverkinum
  • Familjufyrisitingini
  • Føroya Kommunufelag
  • Barnaverndarstovuni
  • Føroya Politistafelag
  • Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar
  • Føroya Lærarafelag
  • Sosialráðgevarafelag Føroya
  • Føroya Pedagogfelag
  • Føroyskir Kriminologar
  • MEGD
  • Amnesty International Føroyar
  • Etiska Ráðnum
  • KRIS
  • Barnabata
  • Kvinnuhúsinum
  • Kvinnufelagnum
Ummælisfreistin er farin
07.01.2022
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Revsirættur
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
01.12.2021
Samband
nellaf@tinganes.fo
Málsviðgjørt
NF
Tak niður
Uppskot Til Broyting Í Kap. 24 Í Revsilógini Fylgiskjal 1. Javntekstur. Kap. 24 Fylgiskjal 2. Ummæli Frá Revsirættarráðnum Á Fundi 21.09.21 Fylgiskjal 3. Lov Nr. 2208 Af 29.12.2020 Fylgiskjal 4. Lov Nr. 635 Af 08.06.2016 Fylgiskjal 5. Lov Nr. 257 Af 10.04.2018 Fylgiskjal 6. Lov Nr. 1425 Af 17.12.2019