Heimild til kommunur at seta upp vakmyndatól at yvirvaka serliga útsett øki, við vanligar ferðslu
Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli (Heimild til kommunur at yvirvaka serliga útsett øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli)Frágreiðing
Endamálið við uppskotinum er at geva kommunum heimild at yvirvaka serliga útsett øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli fyri at økja um trygdina í økinum.
Í uppskotinum verður skotið upp, at eitt kommunustýrið í samráð við politiið og eftir tilmæli frá politinum, kann yvirvaka øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli. Hetta fyri at økja um trygdina á serliga útsettum støðum í kommununi.
Møguligar viðmerkingar kunnu sendast Løgmansskrivstovuni á teldupost lms@lms.fo í seinasta lagi hósdagin 26. novembur 2026.
Ummælisfreist
26.11.2026Ráð
LøgmansskrivstovanSlag
LøgtingslógDagfesting
29.10.2026Samband
lms@lms.foMálsviðgjørt
MVTak niður
Uppskot Til Broyting Í Ll. Um Yvirvøku Við Vakmyndatóli (Heimild Til Kommunur At Yvirvaka Serliga Útsett Øki Við Vakmyndatóli)
Javntekstur