Fýra kunngerðir, ið hava heimild í Politilógini

Heiti
Ordensbekendtgørelsen ; Bkg. Færøerne om detentionsanbringelse : Bkg. for Færøerne om politiets anvendelse af visse magtmidler m.v. ; Bkg. om ændring af bkg om PED
Frágreiðing

Hjáheft verður sent tykkum til ummælis uppskot til fýra kunngerðir, sum ætlanin er at seta í gildi við heimild í Politilógini, sum skal koma í gildi fyri Føroyar 1. januar 2021.

  • Ordensbekendtgørelsen: Bekendtgørelse for Færøerne om politiets sikring af den offentlig orden og beskyttelse af enkeltpersoners og den offentlige sikkerhed m.v., samt politiets adgang til at iværksætte midlertidige foranstaaltninger (ordensbekendtgørelsen).
  • Bekendtgørelse for Færøerne om politiets anvendelse af visse magtmidler m.v.
  • Bekendtgørelse for Færøerne om detentionsanbringelse.
  • Bekendtgørelse om ændring af bekendtgørelse for Færøerne om behandling af personoplysninger i Politiets Efterforskningsstøtte Database (PED)

Politilógin sæst í her.

Stutt um kunngerðirnar.

Nr. 1. Ordensbekendtgørelsen: Tá ið Politilógin kemur í gildi 1. januar fer úr gildi gamla politilógin frá 1894. Av tí politiviðtøkurnar hava heimild í gomlu politilógini fara hesar samstundis úr gildi. Í staðin kemur í gildi Ordensbekendtgørelse, sum skal tryggja alment skilhald og trygd og hevur reglur, um nær politiið kann gera fyribils átøk. Hendan kunnngerð kemur at galda fyri allar kommunur í Føroyum. Í Politilógin § 24  er heimild til at tað umframt ásetingarnar í kunngerðini/ordensbekendtgørelsen kunnu gerast serstakar politiviðtøkur fyri einstakar kommunur, um serlig staðbundin viðurskifti gera seg galdandi.

Uppskot til serstaka politiviðtøkur fyri ein kommunu ella fleiri saman verður gjørt av Fútanum í samráð við viðkomandi kommunu ella kommunur. Uppskotið verður góðkent av Løgmálaráðharranum og kunngjørt í Kunngerðarblaðnum. Um ein kommunu umhugsar at fáa serstaka politiviðtøku so er ikki neyðugt, at hendan er gjørd áðrenn 1. januar 2021; poltiviðtøkur kunnu altíð gerast, eftir at lógin er komin í gildi.

Nr. 2. Anvendelse af magtmidler: Í kunngerðini er í § 1 ásett, nær politiið kann brúka vald, og hvørji valdstól politiið kann brúka t.e. skotvápn, stav, hundur, gass og piparsproyt. Tað sæst í § 2, at valdsnýtslan altíð skal vera neyðug og ráðilig og lutfalslig í mun til tað áhugamál, sum skal verjast.

Nr. 3. Detentionsanbringelse: Í kunngerðini er ásett, at rúsaðir persónar kunnu setast í bráðhald. Børn undir 12 ár kunnu ikki setast í bráðhald og serligar reglur eru um børn undir 15 ár. Reglur eru um flutning av rúsaðum persónum, læknakanning og eftirlit við persónum, sum eru settir í bráðhald. Reglur eru um leyslating og kæruvegleiðing.

Nr. 4. Politiets Efterforskningsstøtte Database (PED): Í hesi kunngerðini verður gjørdar fylgibroytingar í bkg. nr. 1052 frá 12. september 2017, sum er ein kunngerð um viðgerð av persónupplýsingum í PED.

PED er ein dátugrunnur, sum er eitt innanhýsis arbeiðsamboð hjá politinum. Tað er ríkispolitiið, sum hevur ábyrgdina av dátugrunninum. Viðgerð av persónupplýsingum í PED kann bara fara fram, um tað er neyðugt í samband við at loysa eina politiuppgávu. Einans persónar sum hava fingið serstakt loyvi frá ríkispolitinum hava atgongd til datagrunnin.

Uppskotini eru sent beinleiðis til:

  • Almannamálaráðið
  • Heilsumálaráðið
  • Uttanríkis- og mentamálaráðið
  • Vinnu- og umhvørvismálaráðið
  • Fiskimálaráðnum
  • Fíggjarmálaráðið
  • Føroya rætti
  • Fútin
  • Kriminalforsorgin
  • Føroya Kommunufelag
  • Dátueftirlitið
  • TAKS
  • Amnesty International Føroyar
  • Advokatfelag Føroya
  • MEGD
  • Føroya Politistafelag
  • Vinnuhúsið
Ummælisfreistin er farin
30.09.2020
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Løgregla
Slag
Kunngerðir
Dagfesting
31.08.2020
Samband
nellaf@tinganes.fo
Málsviðgjørt
NF
Tak niður
Ordensbekendtgørelsen Bkg Om Detentionsanbringelse Bkg Om Politiets Anvendelse Af Visse Magtmidler M.V. Bkg Om Ændring Af Bkg Om PED