Fylgibroytingar í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um fylgibroytingar í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni
Frágreiðing

Uppskot til løgtingslóg um fylgibroytingar í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini, Høvuðsbarnaverndarnevndini og Tvingsilsnevndini).

Løgtingið samtykti í november 2021 uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn. Sí LM-007/2021. Endamálið við løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn er at skipa Kærustovnin sum sjálvstøðugan og óheftan myndugleika. Hetta hevur við sær, at 11 kærunevndir og aðrar nevndir, sum Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá, verða tiknar av yvir eitt tíðarskeið uppá 2 ár, og at ein kærunevnd, Fjølmiðlanevndin, verður flutt.

Sambært løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021 um broyting í ymsum løgtingslógum í samband við umskipan av Føroya Kærustovni vórðu Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndin og Kærunevndin hjá Studna tiknar av og virkisøkið flutt til Føroyar Kærustovn tann 1. januar 2022.

Sambært løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022 um broyting í ymsum løgtingslógum o.tíl. í samband við umskipan av Føroya Kærustovni vórðu Kærunevndin í lendismálum, Vinnukærunevndin og Skuldarumskipanarnevndin tiknar av og virkisøkið flutt til Føroyar Kærustovn tann 1. juli 2022.

Sambært § 16, stk. 3 í løgtingslóg um Føroya Kærustovn verður Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini tikin av og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn tann 1. januar 2023. Sambært § 16, stk. 4 í løgtingslógini verður Høvuðsverndarnevndin tikin av og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn tann 1. juli 2023, og sambært § 16, stk. 5 verður Tvingsilsnevndin tikin av og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn 1. januar 2024.

Í hesum sambandi er tað neyðugt at gera broytingar í teimum lógunum, sum hesar nevndirnar fevna um. Talan er um lóggávu á málsøkinum hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum og Almannamálaráðnum.

Við hesum lógaruppskotinum eru allar fylgibroytingarnar á yvirtiknum málsøkjum gjørdar í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni. Fylgibroytingarnar í samband við at Psykiatriska sjúklingakærunevndin verður tikin av, og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn tann 1. juli 2023, verða gjørdar við lógarbroyting í anordning nr. 185 frá 13. mars 2009 om ikrafttræden for Færøerne af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien. Heilsumálaráðið leggur ríkislógartilmæli um hetta fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Á stjóraráðsfundi er avtalað við stjórnarráðini, at Løgmansskrivstovan ger fylgilógarbroytingarnar - á yvirtiknu málsøkjunum - í sambandi við umskipan av Føroya Kærustovni, so tær vera gjørdar eftir sama leisti.

Tit verða biðum um serliga at kanna, um allar viðkomandi lógirnar eru við í lógaruppskotinum.

Seinni verður neyðugt hjá stjórnarráðunum eisini at rætta tilvísingar til kærunevnd og nevndir í kunngerðum á teirra málsøkjum.

Ummælisfreistin er farin
12.09.2022
Ráð
Løgmansskrivstovan
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
12.08.2022
Samband
nellaf@tinganes.fo
Málsviðgjørt
NF
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Ymsum Løgtingslógum Í Sambandi Við Umskipan Av Føroya Kærustovni Javntekstur Til Fylgibroytingar