Dagføra partar av revsilógini

Heiti
Uppskot til Løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Brotsverk ímóti lívi og likami, brotsverk ímóti persónliga frælsinum, ónáðir og ærumeiðing, fíggjarbrotsverk og serligar ásetingar viðvíkjandi løgfrøðiligar persónar)
Frágreiðing

Á heysti 2015 samtykti Løgtingið at heita á landsstýrið um at dagføra og føroyska  revsilógina. Hetta er eitt stórt og rættiliga tíðarkrevjandi arbeiði og ætlanin er tí at at býta dagføringina av revsilógina upp í hóskandi partar. Hetta fer samstundis at gera tað møguligt hjá landsstýrinum og løgtinginum at kunna viðgera dagføringarnar betri og gjøllari, bæði málsliga og innihaldsliga. Byrja var við at dagføra kapittul 24 um kynslig brotsverk og hildið verður tí, at tað er hóskandi at halda áfram við at dagføra og føroyska hinar kapitlarnar í serliga partinum  og síðan at fara undir almenna partinum.

Ætlandi skal arbeiði at dagføra og føroyska revsilógina verða liðugt í 2021. Í hesum umfarinum er tað kap. 25: Brotsverk móti lív og likami, kap. 26: Brotsverk ímóti persónliga frælsinum, kap. 27: Ónáðir og ærumeiðing, kap. 28: Fíggjarlig brotsverk og kap. 29: Serligar ásetingar fyri løgfrøðiligar persónar, sum verða dagførdar og føroyskað.  

Arbeiði at føroyska revsilógina verður gjørt í tøttum samstarvið við Málráðnum, sum vegleiðir í málsligum ivamálum og revsirættarliga ráðið, sum sigur sína hugsan um løgfrøðiliga málið.

Ummælisfreistin er farin
26.01.2018
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Revsiøkið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
05.01.2018
Málsviðgjørt
Løgmansskrivstovan
Tak niður
Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) til ummælis.pdf