Broytingar í ymsum løgtingslógum í samband við umskipan av Føroya Kærustovni

Heiti
Uppskot til broyting í ymsum løgtingslógum í samband við umskipan av Føroya Kærustovni
Frágreiðing

Broytingar í ymsum løgtingslógum í samband við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndini og Kærunevndini hjá Studna)

Landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um Føroya Kærustovn. Sí LM-007/2021.

Í uppskotinum til løgtingslóg um Føroya Kærustovn er skotið upp at skipa Kærustovnin sum sjálvstøðugan og óheftan myndugleika.
Hetta hevur við sær, at 11 kærunevndir og aðrar nevndir, sum Føroya Kærustovnur í dag er skrivstova hjá, verða tiknar av yvir eitt tíðarskeið uppá 2 ár, og at ein kærunevnd, Fjølmiðlanevndin, verður flutt.

Tær heimildir, sum hesar nevndir hava, skulu so hvørt sum nevndirnar verða tiknar av, flytast til Kærustovnin. Tað merkir, at Kærustovnurin frameftir skal viðgera og taka avgerð í kærumálum, sum átta kærunevndirnar hava, og at Kærustovnurin eisini skal taka avgerð í teimum málum, sum tríggjar avgerðarnevndirnar hava.

Sambært § 15, stk. 1 í uppskotinum til løgtingslóg um Føroya Kærustovn verða hesar kærunevndir tiknar av, og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn tann 1. januar 2022:
1) Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.
2) Skatta- og avgjaldskærunevndina.
3) Kærunevndina hjá Studna.

Í hesum sambandi er tað neyðugt at gera broytingar í teimum lógunum, sum hesar tríggjar kærunevndirnar fevna um.
Talan er um lóggávu á málsøkinum hjá Almannamálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Í 40 ymiskum løgtingslógum og lógum verður skotið um at broyta ásetingar í hesum lógunum soleiðis, at har sum tað í dag er ásett at kærast kann til eina av hesum trimum kærunevndunum, tvs. Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndina og Kærunevndina hjá Studna, skal tað frameftir vísast til Føroya Kærustovn sum kærumyndugleika.

Á stjóraráðsfundi er avtalað við stjórnarráðini, at Løgmansskrivstovan ger hesar fylgilógarbroytingarnar í samband við umskipan av Føroya Kærustovni, so tær vera gjørdar eftir sama leisti.

Tit verða biðum um serliga at kanna, um allar viðkomandi lógirnar eru við í lógaruppskotinum.

Seinni verður neyðugt eisini at rætta tilvísingar til hesar kærunevndirnar í nógvum kunngerðum á málsøkjunum, umframt at tað eru onkrar kunngerðir, sum eiga at verða settar úr gildi.

Uppskotið er sent beinleiðis til ummælis hjá:
• Almannamálaráðnum
• Heilsumálaráðnum
• Fíggjarmálaráðnum
• Uttanríkis- og mentamálaráðnum
• Umhvørvis- og vinnumálaráðnum
• Føroya Kærustovni

Ummælisfreist
25.10.2021
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Fyrisiting
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
04.10.2021
Samband
nellaf@tinganes.fo
Málsviðgjørt
NF
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Fylgibroyting Ísv Umskipan Av Føroya Kærustovni Fylgiskjal 1. Javntekstur (3)