Anordning om ikrafttræden for Færøerne af § 1 i lov om ændring af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET), lov om etablering af et udvalg om forsvarets og politiets efterretningstjenester og lov om beskyttelse af whistleblowere

Heiti
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af § 1 i lov om ændring af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET), lov om etablering af et udvalg om forsvarets og politiets efterretningstjenester og lov om beskyttelse af whistleblowere (Styrkelse af tilsynet med efterretningstjenesterne)
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at styrkja eftirlitið við fregnartænastunum. Tað er Tilsynet med Efterretningstjenesten sum hevur eftirlit við Politiets Efterretningstjeneste (PET). Eftirlitið hevur sum endamál at tryggja, at PET agerar í samsvari við lóggávuna.

Eftirlitið verður styrkt á tann hátt, at málsræði fevnt av Tilsynet med Efterretningstjenesten í mun til PET verður víðkað til eisini at fevna um eitt eftirfylgjandi legalitetskontrol við teimum operativu uppgávunum, sum PET fremur. Operativar uppgávur fevna um alt tað virksemi, sum PET fremur sum liður í at útinna tær uppgávur, sum fevndar av § 1 í PET-lógini. Slíkar uppgávur fevna. m.a. at fyribyrgja, kanna og forða yvirgangi og njósning. Uttan fyri hugtakið ”operative opgaver” eru fyrisitingarlig viðurskifti, harundir starvsfólkamál, búskett og rokniskapur hjá PET.

At talan verður um eitt legalitetseftirlit hevur við sær, at eftirlitið fevnir um, hvørt PET hevur hildið galdandi lóg, harundir PET lógina, fyrisitingarligar fyriskipanir, vanligar fyrisitingarligar reglur og meginreglur, og altjóða skyldur, harundir Evropeiska mannarættindasáttmálan (EMRS).

Fyri at styrkja fakligu rammurnar fyri skrivstovuavgreiðsluna hjá eftirlitinum er ein deild undir danska Dátueftirlitinum sett at virka sum skrivstova hjá Tilsynet med Efterretningstjenesten. Skrivstovan refererar beinleiðis til Tilsynet med Efterretningstjenesten.

Fyri nærri lýsing sí samandrátt frá danska løgmálaráðnum.

Møguligar viðmerkingar kunnu sendast Løgmansskrivstovuni á teldupost lms@lms.fo í seinasta lagi mánadagin 9. februar 2026.

Biðið verður um, at viðmerkingarnar eru á donskum.

Ummælisfreist
09.02.2026
Ráð
Løgmansskrivstovan
Øki
Løgmansskrivstovan
Slag
Anordning
Dagfesting
12.01.2026
Samband
lms@lms.fo
Málsviðgjørt
MV
Tak niður
Resumé Udkast Til Anordning Om Ændring Af PET Loven For Færøerne