22.04.2021 · Løgmansskrivstovan

"Vøksturin er í nissjuni" sigur íverkseti

"Vøksturin er í nissjuni" sigur íverkseti

Eitt neyvari fokus er grundleggjandi neyðugt fyri at fáa vøkstur í føroysku KT vinnuna. Tað sigur Heini Zachariassen, sum er millum fremstu føroysku íverksetararnar innan KT. Heini Zachariassen eigur og rekur fyritøkuna Vivino, og var millum gestirnar á seinasta fundinum hjá Vakstrarforum fríggjadagin.

“Skulu Føroyar hava eina framtíð innan KT vinnu, má eitt størri fokus vera á tær serstøku vørurnar og tænasturnar, sum ikki hava nógvar møguligar kundar í Føroyum,” segði hann millum annað í framløguni.

Ov nógvir KT mennarar í Føroyum arbeiða við breiðum loysnum til føroyska marknaðin, heldur Heini Zachariassen. Hetta merkir, at fáir arbeiða við nissju-vørum og -tænastum, sum hava størri møguleika uttanfyri landoddarnar enn breiðu loysnirnar hava. Sum dømi nevnir hann fyritøkuna CuePilot hjá bróðrinum Per Zachariassen, sum mennir forrit til beinleiðis sjónvarpsframleiðslu. Tann vøran hevði í mesta lagi kunna havt ein kunda í Føroyum – Kringvarpið – men selur sum heitt breyð millum sjónvarpsframleiðarar um allan heim.

Føroyar hava ofta verið umrøddar sum eitt hóskandi stað at royna KT vørur og tænastur – eitt slag av sandkassa, haðani vørur og tænastur síðani kunnu flytast út í heim.

“Mær dámar hatta væl í teoriini, og gott var, um tað var soleiðis. Eg havi bara ongantíð sæð tað,” sigur Heini Zachariassen.