02.10.2025 · Løgmansskrivstovan

Video: Við løgmanni á evropeiskum toppfundi í Keypmannahavn

Video: Við løgmanni á evropeiskum toppfundi í Keypmannahavn

Í dag hevur løgmaður luttikið á evropeiskum toppfundi í Keypmannahavn, har hann millum annað hitti forkvinnuna í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, og uttanríkisleiðaran í ES, Kaju Kallas.

“Trygdin í Evropa snýr seg eisini um trygdina í Føroyum. Og tí hevur tað týdning, at vit luttaka á slíkum fundum. Men hetta var eisini eitt høvi at greiða ES frá ynskjunum hjá Føroyum um at betra um handilsviðurskiftini við ES, og at hetta hevur skund”, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Sí myndir og video frá degnum her:  

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark, og løgmaður, Aksel V. Johannesen.
Ursula Von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, og løgmaður.
Felagsmynd av øllum stjórnarleiðarum.
Kaja Kallas, uttanríkisleiðari í ES, og løgmaður.