14.06.2017 · Løgmansskrivstovan

Uttanríkispolitiska lógin undir sjóneykuna

Uttanríkispolitiska lógin undir sjóneykuna

RÍKISFUNDUR: Skulu vit røkja okkara áhugamál úti í heimi, er neyðugt at taka burtur avmarkingarnar í uttanríkispolitisku lógini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Farið verður nú undir at eftirmeta uttanríkispolitisku lógina. Samstundis er neyðugt at viðgera ítøkiligu trupulleikarnir, sum eru í verandi skipan, har Føroyar og Grønland eru noydd at virka í felag í altjóða málum.

Tað var ein av niðurstøðunum á ríkisfundinum á Christiansø í dag millum Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra Danmarkar, Kim Kielsen, landsstýrisformann í Grønlandi, og Aksel V. Johannesen, løgmann.

Landsstýrið hevur fleiri ferðir gjørt donskum stjórnarmyndugleikum greitt, at ynskið úr Føroyum er at broyta uttanríkispolitisku lógina, so Føroyar fáa størri rásarúm á uttanríkispolitiska økinnum. Somu áheitan bar løgmaður fram á ríkisfundinum í dag.

Fleiri dømi eru um, at uttanríkispolitiska lógin forðar okkum í at leggja uttanríkispolitiskar ætlanir eftir egnum tørvi. Tað er ikki nøktandi. Skulu vit røkja okkara áhugamál úti í heimi, er neyðugt at taka burtur avmarkingarnar í uttanríkispolitisku lógini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Ríkisfundurin komandi ár verður í Føroyum