19.11.2020 · Løgmansskrivstovan

Útboð: At reka starvsfólkamatstovuna í Tinganesi.

Útboð: At reka starvsfólkamatstovuna í Tinganesi.

Ein uttanhýsis veitari hevur farnu árini rikið starvsfólkamatstovuna í Tinganesi.

Sáttmálin at reka matstovuna verður nú boðin út av nýggjum.

Kundaskarin í matstovuni eru serliga starvsfólkini í ráðunum og stovnunum á Tinganesleiðini. Vanligar dagar eta umleið 30-40 starvsfólk í matstovuni.

Sáttmálin um at reka matstovuna fevnir um at gera fjølbroyttan og heilsugóðan mat umframt at reingera matstovuna, køk og ves.

Umframt at veita mat til starvsfólk í døgurðasteðginum, kann talan eisini vera um veiting til serlig tiltøk.

Til ber at lesa meira um útboðið á: keypsportal.fo

Fyri at frætta nærri og fáa útboðstilfar, kunnu áhugaðir bjóðarar venda sær til Leiv Langgaard, fulltrúa í Løgmansskrivstovuni, leivurl@tinganes.fo, tel. 556126.