14.02.2019 · Løgmansskrivstovan

Tvey landsstýrisfólk sita fyri mentamálum

Tvey landsstýrisfólk sita fyri mentamálum

Meðan Hanna Jensen fer at taka sær av skúlamálum, verður tað Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum eisini fer at umsita mentamál í landsstýrinum

Útbúgving og skúli fara at fylla nógv hjá landsstýrinum tað, sum eftir er av valskeiðinum. Landsstýrið ætlar millum annað at gera broytingar í fólkaskúlanum, at seta í verk eina nýggja skipan fyri vaksnamannaútbúgving og bæði at eftirmeta og tillaga yrkisútbúgvingarskipanina. Tí verður eitt landsstýrisfólk sett burtur av at røkja skúlamál.

Tað verður Hanna Jensen, ið hetta valskeiðið hevur verið forkvinna í mentanarnevndini í løgtinginum, sum skal røkja hetta økið.

"Hetta verður ein ómetaliga spennandi avbjóðing. Útbúgving og skúli hava altíð verið hjartamál hjá mær, og eg gleði meg at sleppa í gongd. Sama um valskeiðið er farið at halla, so eri eg ikki iva um, at vit fara at avgreiða nógv mál komandi mánaðirnar," sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum.

Á útbúgvingar- og skúlaøkinum eru fleiri stórar ætlanir fyri framman. Nýggjur húsarhaldsskúli skal byggjast í Klaksvík, miðnám á Kambsdali útbyggjast,  ítróttaháskúli gerast í Vági og nýggj heildarætlan gerast fyri gransking í Føroyum. Eisini skal ferð setast á arbeiðið við at byggja Kampus, nú tilmæli varð handað í vikuni.

Høgni Hoydal umsita mentamál

Meðan Hanna Jensen fer at taka sær av útbúgving og skúla, verður tað Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum fer at fyrisita mentamál í landsstýrinum. Tað merkir, at hann, umframt at umsita fiskivinnumál, framyvir eisini fer at umsita mentan, ítrótt, miðlar, kirkju, list og søvnini. Høgni Hoydal fer eisini at umsita norðurlandamál og vitaverkið.

"Mentanin knýtir okkum saman og ger okkum til eitt fólk – eina tjóð. Hon er sterkasta megin, ið heldur okkum saman, hóast vit ikki altíð eru samd. Eg havi áður umsitið málsøkið, og tíðarskeiðið sum landsstýrismaður í mentamálum minnist eg aftur á við gleði. Tað verður spennandi og gevandi aftur at umsita mentamál," sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Mentamálaráðið fer at virka sum stjórnarráð fyri bæði landsstýrisfólkini.