Løgmaður hevur valt tveir nýggjar limir í Nýskipanarnevndina. Teir eru Finn Danberg og Suni Justinussen.
Nýggjur formaður í nevndini er Finn Danberg.
Finn Danberg er í dag stjóri í P/F Lyfta. Hann er útbúgvin cand. merc.aud. og hevur starvast sum fíggjarleiðari á Landssjúkrahúsinum, Arbeiðsloysisskipanini, Eik og Nema. Seinni fekk hann útbúgving sum maskinmeistari og hevur siglt hjá Mærsk og við grønlendskum havrannsóknarskipi.
Suni Justinussen er forstjóri í Magn og er útbúgvin maskinmeistari og íløguráðgevi. Áður hevur hann verið forstjóri í GroAqua.
- Eg eri fegin um, at nevndin er fullmannað og klár at fara til verka. Endamálið hjá nevndini er - enn sum áður - at greina, viðgera og mæla til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum. Tørvurin á skilagóðum nýskipanum er stórur, og vit verða noydd til at taka nøkur trupul tøk fyri at framtíðartryggja føroyska samfelagið, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.
Løgmaður leggur aftrat, at nevndin virkar fyri alla politisku skipanina og hevur tí ein politiskan fylgibólk, har øll floksforfólkini og fíggjarnevndin í løgtinginum eru við.
– Eg havi tikið av hesum møguleikanum, tí tað er ein fakliga avbjóðandi og áhugaverd uppgáva at vera við til at loysa. Nevndin hevur eina góða samanseting av royndum og førleikum. Fyrsta stig er at savna nevndina og skipa arbeiðið saman við hinum limunum. Okkara størsta uppgáva verður at vísa politisku skipanini á loysnir, sum eru realistiskar og haldførar, samstundis sum tær skulu skapa virði fyri føroyska samfelagið, sigur Finn Danberg, nýggjur formaður í Nýskipanarnevndini.
Nevndin fær hjálp frá nýskipanarskrivstovuni, ið er skipað í Fíggjarmálaráðnum. Skrivstovan skal stuðla við greiningum og fakligari ráðgeving.
Nýskipanarnevndin skal leypandi geva tilmæli til politisku skipanina um nýskipanir.
Í nýskipanarnevndini sita nú:
Finn Danberg, formaður
Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni
Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali
Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri
Suni Justinussen, forstjóri í Magn
Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera