11.06.2024 · Løgmansskrivstovan

Tríggir aðalstjórar settir

Tríggir aðalstjórar settir

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur í dag, eftir tilmæli frá setanarbólkum, sett Nellu Festirstein, Pól E. Egholm og Elin Mortensen sum aðalstjórar í ávíkavíst Løgmálaráðnum, Umhvørvismálaráðnum og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. 

 

10 umsøkjarar

Størvini vórðu lýst leys í apríl, og samanlagt 10 umsóknir komu til størvini. Setanarbólkarnir eru nú komnir á mál við samrøðum og setanartilgongdum, og eru komnir ásamt um at tilmæla Nellu Festirstein, Pól E. Egholm og Elina Mortensen. Nýsettu aðalstjórarnir hava verið fyribils settir aðalstjórar í nevndu ráðum síðani januar 2023. 

 

Stutt um nýsettu aðalstjórarnar

Nella Festirstein er 63 ára gomul og útbúgvin Cand.jur. frá Københavns Universiteti. Nella hevur starvast sum deildarstjóri á Lógartænastuni í Landsfyrisitingini frá 2008-2022. 

Pól E. Egholm er 43 ára gamal og útbúgvin MSc in International Business frá CBS. Pól hevur starvast í Landsfyrisitingini síðani 2012, fyrst sum fulltrúi og síðani sum deildarstjóri.

Elin Mortensen er 44 ára gomul og útbúgvin Cand.Scient.Pol (stjórnmálafrøðingur). Elin hevur starvast í Landsfyrisitingini síðani 2009, sum ávikavist fulltrúi, toymisleiðari og sendikvinna.

 

Stutt um aðalstjórastørvini

Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum í avvarðandi ráði og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av ráðnum. Setanartreytirnar hjá øllum nýsettum aðalstjórum eru endurskoðaðar. Nýggju setanartreytirnar innibera eitt nú, at aðalstjórasetanin er áramálasett til sjey ár. Harafturat eru nýsettu aðalstjórarnir ikki tænastumannasettir, men settir eftir vanligum stjórasáttmála.