08.07.2021 · Løgmansskrivstovan

Tónleikafestivalar kunnu fáa stuðul

Tónleikafestivalar kunnu fáa stuðul

Landsstýrið er sinnað at endurrinda útreiðslur hjá tónleikafestivalum, sum avlýsa teirra tiltøk í sambandi við almennu tilmælini um at fyribyrgja COVID-19.

Tí verður ein lóg um stuðul til tónleikafestivalar í sambandi við COVID-19 løgd fyri Løgtingið.

"Vit eru í hægstu summartíð, og mongu áhugaverdu og fjølbroyttu tónleikafestivalarnir kring landið myndað í stóran mun hesa ársins tíð. Hevur koronustøðan við sær, at tað er neyðugt at avlýsa tónleikafestivalar, er talan um ein fíggjarligan smeit hjá fyrireikarunum. Hesa støðuna vilja vit í landsstýrinum bøta um, so at smeiturin ikki verður so dyggur,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Uppskotið um stuðul til tónleikafestivalar, ið landsstýrið ætlar at leggja fyri Løgtingið, verður eftir sama leisti, sum í fjør.