20.09.2023 · Løgmansskrivstovan

Tilmelding til vinnuferð til India 19. – 25. november

Tilmelding til vinnuferð til India 19. – 25. november

Løgmansskrivstovan og Vinnuhúsið skipa fyri almennari vinnuferð til New Delhi í India í døgunum 19. – 25. november. Løgmaður luttekur eisini á ferðini. Endamálið er at knýta sambond millum føroyskt og indiskt vinnulív, innan eitt nú aling, fiskivinnu, veitaravinnu, KT og gransking.

Yvirskipaður karmur um vinnuferðina er stóra ráðstevnan India Nordic Baltic Business Conclave. Luttakarar eru fyritøkur og vinnuumboð úr India, norðurlondum og baltisku londunum.

Fyri at tryggja munagóða úrtøku fyri luttakarar, verður eisini møguleiki hjá føroysku vinnufyritøkunum, at leggja til rættis B2B-fundir við indiskar fyritøkur. Indiska Vinnuhúsið (Confederation of Indian Industry) og danska sendistovan í New Delhi hjálpa føroysku fyritøkunum at finna fram til viðkomandi indiskar fyritøkur og leggja til rættis fundir við hesar.

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at venda sær til Sensen Travel á booking@sensen.fo

Trýst her fyri at fáa meiri kunning.