17.05.2025 · Løgmansskrivstovan

Tilfar um møguleika at bora úr Skúvoy

Tilfar um møguleika at bora úr Skúvoy

Í sambandi við viðgerð av løgtingsmáli 72/2024 hevur løgmaður fingið áheitan frá Fíggjarnevndini og øðrum tinglimum um at kanna møguleikan fyri at bora úr Skúvoy nærri áðrenn 3. viðgerð, sum sambært skránni hjá Løgtinginum verður mánadagin 19. mai.

Løgmaður hevur heitt á P/F Suðuroyartunnil um at gera eitt upprit, sum umrøður møguleikan at bora úr Skúvoy (sí fylgiskjal 1).

Løgmaður hevur havt fundir við P/F Suðuroyartunnil og Tunnilsbólkin við Jón Sigurðsson, Kristiani Stórhamar og Mouritsi Joensen hvør sær og saman.

Løgmaður hevur eisini sett ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk við 5 umboðum til at viðgera møguleikan at bora úr Skúvoy.

Tunnilsbólkurin hevur víst á, at hann ikki tekur undir við samansetingini av arbeiðsbólkinum og hevur tí eisini boðað Løgmansskrivstovuni frá, at Tunnilsbólkurin ikki ynskti at brúka tíð upp á hetta arbeiðið.

Arbeiðsbólkurin hevur fingið til uppgávu at gera viðmerkingar til uppritið frá P/F Suðuroyartunnil (sí fylgiskjal 2).

Løgmansskrivstovan hevur kunnað arbeiðsbólkin um tilfar, sum Tunnilsbólkurin hevur lagt fram um alternativa linjuføring – herundir møguleikan at bora úr Skúvoy. 

Løgmansskrivstovan hevur eisini umrøtt málið við Umhvørvisstovuna (sí fylgiskjal 3).

Upplýsast skal, at arbeiðsbólkurin hevur samskift við Umhvørvisstovuna, sum ikki ynskir ella kann gera viðmerkingar ella svara ítøkiligum spurningum, tí Umhvørvisstovan sambært lógaruppskotinum skal góðkenna umhvørvisárinsmeting av samlaðu verkætlanini og lata umhvørvisgóðkenning av undirsjóvartunlinum.

Viðmerkingar hjá arbeiðsbólkinum til uppritið hjá P/F Suðuroyartunnil kunnu lesast í fylgiskjali 4.