08.11.2020 · Løgmansskrivstovan
Tíðindafundur um koronu í morgin

Klokkan 09.00 í morgin verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um nýggj tilmæli í sambandi við koronu.
Á tíðindafundinum verða løgmaður, landsstýrismaðurin í heilsumálum, og læknafakligi ráðgevin hjá Heilsumálaráðnum.