05.08.2020 · Løgmansskrivstovan

Tíðindafundur um korona klokkan 15

Tíðindafundur um korona klokkan 15

Klokkan 15.00 í dag verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har tað verður kunnað um støðuna við korona, nú smittan aftur er í landinum.

Á tíðindafundinum verða løgmaður, landsstýrismaðurin í heilsumálum, formaðurin í Epidemikommissjónini og Landslæknin.