08.04.2017 · Løgmansskrivstovan

Stóri sorgarleikurin í Stokkhólmi

Stóri sorgarleikurin í Stokkhólmi

ATSÓKNIN Í STOKKHÓLMI: Atsóknin í Stokkhólmi í gjár er skakandi.  Okkara grundleggjandi virði eru enn einaferð undir álopi, heldur løgmaður. 

Okkara svenska brøðrartjóð er í stórari sorg. Atsóknin í Stokkhólmi í gjár er skakandi. Púra verjuleys fólk eru aftur rakt av einum ódjørvum álopi. Okkara grundleggjandi virði eru enn einaferð undir álopi. Hetta eigur at fáa okkum standa enn sterkari saman. Døkku kreftirnar fara ikki vinna.

Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við okkara norðurlendsku brøðratjóð í hesari myrku og sorgarbundnu løtu.

Eg fari vegna Føroya fólk og landsstýrið at senda Stefan Löfven, svenska forsetaráðharranum, samkensluskriv.

Aksel V. Johannesen, løgmaður